Dagurin eitur Vincentius

Um 22. januar: Jóngerð Purkús, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyllir 80 ár, og Danmark skrivar undir EF limaskapin

Um 22. januar: Jóngerð Purkús, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyllir 80 ár, og Danmark skrivar undir EF limaskapin

 

22. januar: Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er lanínskt og merkir hin sigursæli, skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«.

 

 

Um dagin er at siga:

 

1840: Bretskir kolonistar búsetast fyri fyrstu ferð í New Zealandi fyri at tryggja ognarsambandið til bretska ríkið.

 

1924: Løgtingsval í Føroyum. Seinasta valið, tá bara tveir flokkar, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, stilla upp. Sambandsflokkin fær 13 tingmenn valdar og Sjálvstýrisflokkurin 10. Næsta valið er í 1928, tá stillar Javnaðarflokkurin upp fyri fyrstu ferð.

 

1924: Ramsay MacDonald verður fyrsti Labour forsætisráðharri í Stórabretlandi.

 

1972: Jens Otto Krag, forsætisráðharri, skrivar í Brússel í Belgia undir sáttmálan um, at Danmark skal gerast limur í EF. Danski limaskapurin skal tó fyrst góðkennast á fólkaatkvøðu seinni hetta árið.

 

1976: Søgunnar størsta bankarán verður framt í Beirut í Libanon, tá geriljahermenn ræna um 50 milliónir US dollarar úr einum banka.

 

1980: Russiski kjarnorkufysikarin og Nobel friðarheiðurslønarvinnarin, Andrej Sakharov, verður tvingsilsfluttur til afturlætna býin Gorkij. Burturvísingin verður av sovjetiskum myndugleikum grundað á »niðurbrótadi virksemi ímóti sovjetiska statinum«.

 

1981: Heimsins dýrasta bræv verður selt á Cristie's uppboðssøluni í New York í USA fyri 748.000 dollarar. Tað erAbraham Lincoln, forseti í USA, sum hevur skrivað brævið 8. januar í 1863, har hann góðtekur kritikkin av sjálvstýrisyvirlýsingini.

 

1983: Björn Borg kunnger, at hann steðgar yrkisleiðini innan tennis sum bert 27 ára gamal. Hann hevur í yrkisleið síni millum annað vunnið fimm Wimbledon-sigrar á rað.

 

 

Fødd hendan dagin:

 

1440: Ivan 3., russiskur stórfúrsti – deyður í 1505

 

1849: August Strindberg, stenskur dramatikari – deyður í 1912.

 

1909: U Thant, burmesiskur aðalskrivari í ST 1961-71  deyður í 1974.

 

1937: Jóngerð Purkhús, føroyskur politikari. Hon var fyrsta kvinna í landsstýrinum. Hon varð vald í landsstýrið 10. januar í 1985, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin skipaðu landsstýri við Atla Dam sum løgmanni. Hon varð vald á ting í 1988, og var sat eisini í landsstýrinum í 1989, tá Fólkaflokkurin, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin skipaðu landsstýri við Jógvan Sundstein sum løgmanni.

 

Deyð hendan dagin:

 

1901: Victoria, bretsk drotning – 1819.

 

1973: Lyndon B. Johnson, amerikanskur forseti 1963-69 – føddur í 1908.

 

1994: Telly Savalas, amerikanskur sjónleikari – føddur í 1922.

 

2008: Heath Ledger, australskur sjónleikari – føddur í 1979.