Dan: Ein sangur um vinir og minnir

Dan Olsen hevur útgivið nýggjan sang og sjónbandalag við heitinum ”In the summer”. Sum heitið eisini ber boð um, so er talan um eitt summarkent lag um vinir og minnir.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja sjónbandalagið

 

- Endiliga fann eg út av at skriva ein sang, sum snýr seg um annað enn romantiskan kærleika. Hesin snýr seg um vinarlag og minnir. Hetta er ein summarsangur, sigur Dan Olsen við In.fo.

 

Dan Olsen hevur sjálvur skrivað sangin, meðan tað er Insula Productions í London, sum hevur framleitt sjónbandalagið. Hóast navnið hevur ein altjóða dám, og upptøkurnar eru farnar fram í London, so er talan um føroyskan framleiðara.

 

- Tað er føroyingurin, Daniel á Lofti, ið hevur gjørt videolagið við sínum felagi Insula Productions í London, og alt er tikið upp í London, sigur Dan Olsen.

 

Føroyski tónleikarin skuldi upprunaliga á konsertferð við Alexandru Burke seinni í ár, men tíverri er konsertferðin avlýst.

 

- Vit eru nú í samráðingum við onnur nøvn um upphiting til aðrar konsertferðir, men hesar báðar eru ikki 100 prosent váttaðar enn, sigur føroyski tónleikarin.

 

Hann livir í løtuni tónleikadreymin. Hann skal seinni í ár á sína fjórðu konsertferð í Kina. Nýggja sumarlagið skjótt verður at hoyra á Spotify, umframt at tað er at hoyra á bæði bretskum og kanadiskum radiostøðum.