Dan Olsen syngur fyri "Whispering Bob"

Hoyr Dan Olsen syngja lagið Heart Into Trouble í viðurkendari útvarpssending

Dan Olsen livir tónleikadreymin og hevur havt viðvind seinastu tvey árini. Hann hevur latið fleiri stakløg úr hondum og hevur bygt sær eitt lutfalsliga gott netverk upp í Onglandi. Hann hevur verið gestur í sending hjá viðurkendum bretskum útvarpsverti, og nú er ein videoupptøka frá vitjanini tøk á netinum.

 

- Eg fekk møguleikan at spæla tvey av mínum løgum fyri kenda útvarpsvertinum Bob Harris, OBE, sum hevur arbeitt á útvarpsrásini hjá BBC í meir enn 40 ár. Hann verður kallaður "Whispering Bob", sigur Dan Olsen við in.fo. 

 

Her kanst tú síggja upptøkuna av Heart into Trouble.

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/NRdUWuVES6I" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>