Leita á in.fo

Næstan helvtin av donskum bileigarum halda, at teir vera snýttir hjá mekanikaranum.

Vilmund Jacobsen 10.07.2018 (23:28)

Danir ikki álit á mekanikarum

”Eg fann líka okkurt aftrat, tá eg gjøgnumgekk bilin….”

 

Bileigarar, sum ongan serligan kunnleika hava til tað, sum gongur fyri seg undir motorhjálminum á einum bili, eru prísgivnir, tá mekanikarin kemur við síni meting av støðuni. Hetta er møguliga ein viðvirkandi orsøk til, at næstan helvtin av donskum bileigarum føla, at teir verða snýttir hjá mekanikaranum.

 

Tað vísir ein nýggj kanning, sum greiningarstovnurin, Yougov, hevur gjørt fyri Samlino.dk. Í kanningini eru 848 danskir bileigarar spurdir, og hesir hava allir havt brúk fyri mekanikara. Heili 44 prosent av teimum spurdu siga, at teir onkuntíð hava følt seg snýttar av sínum mekanikara, og stívliga fimti hvør sigur, at viðkomandi hevur følt seg snýttan fleiri ferðir.

 

Men, tað eru eisini tey, sum ikki føla, at tey eru snýtt. 47 prosent av teimum spurdu siga nevniliga, at tey ongantíð hava følt seg snýtt - og síðan hava í kanningini átta prosent svarað, at tey vita ikki. Millum bileigarar í aldrinum 30-49 ár hava meira enn helmingurin følt seg snýttar, og millum bilførarar í aldrinum 40-49 ár hevur stívliga annar hvør kent seg snýttan.

 

Mekanikarar kunnu ikki snúgva sær undan, at teir sum heild hava lágt trúvirði millum danskar bileigarar. Í einari kanning, sum Radius Kommunikation gjørdi millum 2003 danir í 2016, lógu mekanikarar á einum 15. plássi millum 20 fakbólkar fyri sítt trúvirði. Hetta er tó ein munandi betri plasering enn eitt nú journalistar og bilasølumenn hava, men ein verri plasering enn handverkarar og bøndur hava.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her