Danir vita at vit ætla at bjóða forsetum til Føroya

– Eg tók málið upp við donsku stjórnina fyri tveimum árum síðani

– Eg tók málið upp við donsku stjórnina fyri tveimum árum síðani.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannsen, fyrrverandi løgmaður á Facebook ídag.

 

Hann sigur soleiðis:

 

– Danska stjórnin veit av, at vit ætla at bjóða amerikanska forsetanum og russiska forsetanum til Føroya. Hetta málið tók eg upp við donsku stjórnina fyri umleið tveimum árum síðani, skrivar hann.

 

– Men vit fáa ikki amerikanska forsetan at siga ja, uttan at danska stjórnin váttar, so um løgmaður leitar í fundarfrásøgnum, so sær hann, hvør hugsanin var tá, og hvat danir søgdu, so uppskotið er sera gott, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur eisini, at orsøkin til, at hann ikki fór alment út við hesum var, at hann metti møguleikan frægari, um allir partar samstarvaðu við danir um spurningin viðvíkjandi trygdini.