fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 11.07.2018 (15:51)

Danmark: Bitin av slangu í sjónum

At slangur eru í saltvatni við danskar strendur er ikki vanligt. Slíkt er ein sjáldsom sjón, men soleiðis var á strondini í Hundested seinnapartin sunnudagin, veit blaðið, Frederiksborg Amts Avis, at siga. 

 

Danska Ekstrablaðið hevur eisini skift orð við lívbjargaran, Steffen Mattrup Lund-Hansen, sum tók sær av einum 10 ára gomlum dreingi, sum varð bitin av høggormi í sjónum henda dagin.

 

Lívbjargarin sigur, at drongurin varð bitin í hondina, meðan hann vaðaði úti í, og hann kom grátandi upp úr sjónum. Drongurin segði seg hava sæð eina slangu í sjónum, og sama søgdu fleiri vitni, sum vóru um hesar leiðir.

 

- Eg havi ongantíð upplivað, at høggormur er í saltvatni. Vit fingu í skundi dreingin á sjúkrahús, har hann fekk móteitur. Tað kann jú vera rættiliga álvarsligt at vera bitin av slangu.

 

Slangan, sum beit hin 10 ára gamla, var umleið ein metur long, siga sjónarváttar. Seinni varð høggormurin fangaður í sjónum og sleptur í nærliggjandi umhvørvi.

 

Høggormur er nevniliga friðaður, og hann fer vanliga ikki í saltan sjógv. Hildið verður, at tað møguliga kann vera heita og turra veðrið, sum hevur leitt høggormin út í saltan sjógv.

 

Í einstøkum førum kann tað fáa álvarsligar fylgur, um tú verður bitin av høggormi, og í ringasta føri kann tað føra til deyða. Men, tað er óvanligt.

 

Sambært www.naturguide.dk eru bert skrásett sjey deyðsføll síðan ár 1900, har høggormur hevur bitið menniskju, sum hava latið lív av hesum.

 

Tó eigur tú altíð at søkja tær læknahjálp, um tú hevur illgruna um, at tú ert bitin av høggormi, og hetta er serliga galdandi fyri børn, eldri fólk og kvinnur, sum eru við barn.

.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her