fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Mildrið Jacobsen 15.05.2018 (19:02)

Danmark: Heitasti maimánaður í meira enn 100 ár

Tað góða summarveðrið, sum hevur verið í Danmark higartil í mai, er heilt óvanligt. Tað hevur verið so heitt í veðrinum, at veðurfrøðingur hjá danska TV2 sigur seg rokna við, at maimánaði kann verða tann heitasti í Danmark síðani 1889.

 

Hann vísir á, at talið á summardøgum í mai í ár er óvanliga høgt. Higartil eru heili seks av átta summardøgum í ár skrásettir í mai, sigur veðurfrøðingurin, sum leggur afturat, at alt árið í fjør vóru 13 summardagar tilsamans í Danmark.

 

Talan er um ein summardag, tá hitin fer upp um 25 stig.

 

Í 1889 var meðalhitin máldur til 13,8 stig. Miðalhitin teir fyrstu 15 dagarnar í mai í ár er 12,9 stig, sum er meira enn tvey stig meira, enn hann vanliga er í mai, skrivar tv2.dk.

 

Sambært veðurfrøðinginum benda veðurforsagnirnar á, at tað heita veðrið heldur fram. Roknast kann við óstøðugum veðri nakrar dagar í seinnu helvt av mai, men útlit eru kortini til, at heita veðrið heldur fram, og at miðalhitin í Danmark fer at hækka enn meira næstu tvær vikurnar.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her