Á flogvøllinum í Vágum veittraðu sjey norðurlendsk fløgg í sambandi við fundin millum tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini – og Føroyar og Grønland

Danmark og Føroyar eru vertir fyri norðurlendskum verjusamstarvi

NORDEFCO-fundur um tættari norðurlenskt verjusamstarv undir donskum formansskapi er í Føroyum við býttum vertsskapi millum Danmark og Føroyar og við grønlendskari luttøku

Á flogvøllinum í Vágum veittraðu sjey norðurlendsk fløgg í sambandi við fundin millum tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini – og Føroyar og Grønland

Tað skrivar Danska verjumálaráðið. Avgerðin um at halda NORDEFCO-verjumálaráðharrafundir í Havn er nátúrligt í framhaldi av styrkta samstarvinum á verjuøkinum í ríkisfelagsskapinum og ynskinum um trygdarstøðuna í Arktis og Norðuratlantshavi í miðdeplinum, skrivar danska verjumálaráðið.

– Tað gleðir meg nógv, at Føroyar hava sagt ja til eisini at verða vertur fyri ráðharrafundinum í NORDEFCO. Eg seti stóran prís upp á góða samstarvi,  eg havi við mínar føroysku og grønlendsku starvsfelagar, og eg eri tí fegin um, at bæði londini hava sagt ja til innbjóðingina, tá vit hittast at tosa um trygd í økinum, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri í Danmark sambært heimasíðuni hjá danska verjumálaráðnum.

Trygarstøðan í Arktis og í Norðuratlantshavi hevur høga raðfesting hjá danska formansskapinum í NORDEFCO, eins og transatlantisku veitingarlinjurnar í Norðuratlantshavi hava stóran týdning fyri trygdina í Evropa.

– Vit hava í norðurlondum eina serliga ábyrgd fyri felags trygdini í økinum, sum eisini hevur stóran týdning fyri NATO. Vit ava greiða ætlan um lágspenning í økinum. Tíverri er Kongaríki og norðurlendsku sameindu okkara ikki bara bjóða av við vanabundnum hóttanum, men eisin frá nýggjum hybridum hóttanum sum cyberálopum og álopum á kritiskt undirstøðukervi. Vit arbeiða tí fyri at verja um felags trygd okkara, til gagn fyri bæði NATO-samgonguna og ikki minst til gangs fyri fólkið í Arktis og í Norðuratlantshavi. Tí hevur tað eisini stóran týdning, at starvsfelagar okkara í Føroyum og í Grønlandi eru við á NORDEFCO-fundinum, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.

 

##med2##

– Í góðum samstarvi við Troels Lund Poulsen gleði eg meg at taka ímóti norðurlendsku verjumálaráðharrunum í Havn. Í skjótt broyttu alheims trygdarmyndini eru týdningurin av norðulendska samstarvinum – serliga á trygdar- og verjuøkinum – vorðin sera týdningarmikil. Norðurlendsk virði sum samanhald, nærlagni og nýmenning eru góð barlast, tá vit skulu navigera í einum alsamt meira kompleskum heimi, sum einki kann sigast um frammanundan. Vit í Føroyum eru fús at luttaka virkin fyri at varðveita frið og trygd í økinum og stuðla ræðingarprofili. At ein NORDEFCO-verjumálaráðharrafundur er í Føroyum á hesum støði vísir ynskið hjá Føroyum um virkið at luttaka í einum forum, har uttanríkis- og trygdarpolitiskir spurningar av týdningi fyri Føroyar verða umrøddir, sigur Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, við heimasíðuna hjá danska verjumálaráðnum.

Fundurin endar í dag við tíðindafundi á Hotel Hafna klokkan 10.30, har allir verjumálaráðharrarnir undirskriva avtaluna, sum tey eru komin til á fundinum.

 

 

Fakta

•    Nordic Defence Coorporation (NORDEFCO) varð stovnað í 2009 millum tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini; Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki

•    Formansskapurin gongur upp á skift millum Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland – Danmark hevur formansskapin í 2024.

•    Endamálið við NORDEFCO er at styrkja verjuna hjá limastatunum eins og at granska og hjálpa góðum felags loysnum á verjuøkinum.

 

Á flogvøllinum í Vágum veittraðu sjey norðurlendsk fløgg í sambandi við fundin millum tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini – og Føroyar og Grønland