Danmark stendur til reyða stjórn

Reyði vongur í Fólkatinginum stendur til at vinna greiðan meiriluta, har Javnaðarflokkurin verður nógv størsti flokkur.

 

Tað vísir velarakanning, sum kanningarstovnurin Norstat hevur gjørt fyri www.altinget.dk.

 

Kanningin vísur, at reyði vongur hevði fingið 91 fólkatingssessir, meðan stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið 84. Tað hevði so merkt, at Mette Frederikssen hevði kunna skipað nýggja stjórn uttan at taka føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini við.

 

Javnaðarflokkurin stendur til at økja leiðsluna sum størsti flokkur í Danmark. Í nýggju kanningini stendur flokkurin til at fáa 28,1 prosent av atkvøðunum, sum er 1,8 prosentstig meira enn á valinum í 2015.

 

 

Í kanningini, sum gjørd millum 13. februar og 19. februar eru 1.000 fólk spurd, og svarini eru vigað eftir kyni, aldri, región, útbúgving og atkvøðurgreiðlu við seinasta fólkatingsval.