Danmarkar besti DJ vitjar Luux

Á Spotify hoyrir tú hann saman við Justin Bieber og David Guetta, men leygarkvøldið spælir hann í Luux. Morten Breum, ella bara Morten, verður av mongum mettur at vera besti tann besti danski DJ.

 

Nýggjasta lagið hjá honum er eitt remix av 2U hjá David Guetta og Justin Bieber. Sangurin er fimt mest spældi sangur í heiminum í løtuni, sambært Spotify.

 

Morten býr í USA, men hevur í summar verið á tónleikaferð í Evropa.

 

Morten byrjar kl 01.30 í Luux leygarnáttina.

- Seinast hann spældi í Danmark mátti konsertin steðgast aftan á 12 minuttir, tí so nógv fólk streymaðu til pallin á Ráðhúsplássinum. Tí vænta vit okkum eitt gott show í Luux leygarkvøldið, sigur Rúni Djurhuus.