Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 08.01.2017 (15:03)

Danny and the Veetos siga farvæl

Danny & The Veetos teljast millum best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Teirra melodiøsi popptónleikur og frísku framførslur hava givið bólkinum nógvar fjepparar. Sangirnir Sunnukvøld í mai og Allright hava skundað undir ferðina móti tindunum í føroyum popptónleiki.

Nú hava Danny & The Veetos gjørt nýtt sjónbandalag til sangin Farvæl. Sangararnir í Danny & The Veetos ganga á skúla í Onglandi, meðan hinir tónleikararnir búgva heima í Føroyum. Sangurin og videolagið snúgva seg um at koma heim og fara avstað aftur – at siga farvæl.

Hóast Danny & The Veetos eru spjaddir partar av tíðini, spæla teir framvegis saman.

Gudmund Helmsdal hevur leikstjórnað og klipt nýggja videolagið, sum kann síggjast við at trýsta á pílin í myndini omanfyri.