Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 30.11.2018 (17:56)

DANNY & THE VEETOS og Ingi Poulsen geva nýtt lag út

Danny Baldursson og Ingi Poulsen hava síðan Ólavsøku arbeitt saman við at skrivað eitt nýtt lag. Lagið teir hava gjørt eitur Einsemi, og varð kunngjørt í vikuskiftissendingini við Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen á KVF í kvøld. 

- Vit hava arbeitt saman við sanginum. Vit byrjaðu á Ólavsøku og hava arbeitt við honum hvørja ferð vit hava spælt konsertir saman, so sum á Summar Fertivalinum o.s.fr. greiðir Danny Baldursson frá. 

 

 

 

Hetta er fyrsta staklagið Ingi Poulsen og DANNY & THE VEETOS geva út saman, teir hava kennst í tvey ár frammanundan. 

- Vit møttust á Christiansborg í Danmark fyri tveimum árum síðan, sigur Danny Baldursson. Og so eru vit bara vorðnir góðir vinmenn síðan tá, Ingi kom við hugskotinum til hendan sangin á Ólavsøku, og nú er tað so vorið veruleiki, sigur hann. 

 

 

 

- Sangurin eitur Einsemi, hann er um hvussu man onkuntíð hevur tørv á einari hjálpandi hond, sigur Danny Baldursson. Um man skal lýsa sangin, kann man sum dømi vísa á vinarbandið millum meg og Inga, hvussu vit hava hjálpt hvørjum øðrum gjøgnum ymiskt, sum ikki hevur verið so lætt, greiðir Danny Baldursson frá. Vit tóku eitt sindur av sanginum upp hjá Pætur Gerðalíð, síðan innspældu vit sangin lidnan hjá Símun Dam. Símun Dam hevur eisini ljóðblanda sangin, og so seint sum í gjárskvøldið bleiv sangurin liðugur og Hans Poulsen mastraði sangin, sigur Danny Baldursson.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her