fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.5m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 10.08.2018 (09:01)

Dansa føroyskan dans fyri ferðamannaskipi

Runavíkingar fáa ein gamlan kenning á vitjan, tá stóra ferðamannaskipið Zuiderdam leggur at bryggju í morgin. Seinast Zuiderdam vitjaði í Runavík, var á sumri í 2016 og kemur skipið aftur á Skálafjørðin klokkan 07 í morginári.


Í samband við vitjanina skipa Runavíkar Havn og Visit Runavík fyri ymiskum tiltøkum, harímillum føroyskum dansi.


- Runavíkar Havn og Visit Runavík eru væl fyrireikaði at taka ímóti ferðafólkunum og hava skipað móttøkuna væl við ymsum upplivingum í økinum. Millum annað verður móttøkutiltak uttanfyri Visit Runavík kl. 12.00 við føroyskum dansi, skriva fyrireikararnir.


Zuiderdam er 291 metrar langt og umborð eru umleið 2.200 ferðafólk úr USA og Kanada og manningin telur 850 fólk. Tað er reiðaríið Holland America Line, sum eigur skipið og føroyska umboðsfelagið er Tor Shipping.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her