Dansk Folkeparti rindar alt aftur

Dansk Folkeparti hevur fingið fígging úr ES undir skeivum fortreytum - m.a. til at geva bók út um hvussu ES er eitt spill av peningi

Dansk Folkeparti skal rinda kr. 955.000 aftur til ES, vegna misnýtslu av stuðulspengini.

 

Dansk Folkeparti hevur fingið nógva fígging umvegis tveir grunnar, ið hava tilknýti til ES. Fyri at fáa pening úr hesum grunnum, skal endamálið verða tengt at tí politiska virksemi, ið flokkurin hevur og tí programmið, ið flokkurin hevur lagt.

 

Hesum hevur Dansk Folkeparti ikki fylgt og serliga er tað fyrrverandi stjørnuskotið í flokkinum, Morten Messerschmidt, ið hevur misnýtt sína støðu sum leiðslulimur í grunnunum og í Dansk Folkeparti, at ganga umsóknum á møti.

 

Dansk Folkeparti hevur longu rinda tilsamans 1.6 milliónir aftur, men skal nú sambært einum kanningarstjóra, rinda eina lítla millión afturat. Formaðurin í Dansk Folkeparti, Kristian Thulesen Dahl, hevur nú sagt, at flokkurin fer at rinda alt aftur, ið teir ikki hava havt rætt at fáa.

 

Morten Messerschmidt er eisini koyrdur úr nevndini í flokkinum.

 

Sambært uppgerðum er peningurin brúktur til m.a:

- kr. 14.500 í Facebook lýsingum
- kr. 201.000 til summarfundir hjá flokkinum í 2014 og 2015
- kr. 145.000 til eina bók hjá Messerschmidt, ið eitur “Dagbog fra EU – om EU´s spild af dine penge”