Danski U21 venjarin: – Hetta var beiskt

(Video) Donsku U21 harrarnir vóru um reppið at vinna HM gull, og tí er venjarin sera vónbrotin um ósigurin

Donsku U21 harrarnir vóru um reppið at vinna HM gull, og tí er venjarin sera vónbrotin um ósigurin.

 

Tað var dramatikkur í luftini, tá donsku U21 harrarnir í dag taptu HM finaluna í hondblti til sponsku evropameistararnar.

 

Danmark hevði møguleikan at tryggja sær sigurin í vanligu leiktíðini, tá Lasse Møller í síðsta sekundi brendi eitt brotskast, tá støðan var 34-34.

 

Tað hevði við sær longda spælitíð, har Spania við upp á fá sekund avgjørdi dystin, sum endaði 39-38.

 

Harvið mátti Danmark lata sær lynda HM silvur eins og í 2015.

 

– Tað er sjálvandi rættilig beiskt akkurát nú. Vit høvdu okkara møguleikar bæði í vanligu leiktíðini og í longdu leiktíðini.

 

– Vit byrjaðu illa, men vit stríddu okkum aftur í verju og okkara sjey ímóti seks spæli eiftir steðgin, sigur danski U21 landsliðsvenjarin, Morten Henriksen, í tíðindaskrivi.

 

Danmark fekk eisini silvur í HM í 2011 og í 2009, men Danmark hevur ikki vunnið HM gull í 12 ár – seinast ar í 2005.

 

Í hálvfinaluni imponeraði danska liðið við at vinna á fronsku heimsmeistarunum 37-34, og finalan sunnudagin gjørdist eisini óvanliga tøtt.

 

– Vit eru sjálvandi vónbrotnir, men um nakrar dagar skulu vit eisini verða stoltir av hav hesi kapping og ikki minst av okkara silvurheiðursmerkjum, ið eru tey fyrstu í hesum árganginum, sigur Morten Henriksen.

 

Altjóða Honbóltssambandi (IHF) tók eftir kappingina út eitt úrvalslið. Her var pláss til Magnus Saugstrup og Lasse Møller, meðan Lasse Møller eisini varð kosin til viriðismesta leikara í kappingini.

 

/ritzau/

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá finaluni.