Danskir politikarar vitjað Glasir

Sunnudagin kom ein bólkur av donskum fólkatingsumboðum á vitjan til Føroya á eina sonevnda kunningarferð, har tey hava høvi at seta seg inn í føroysk samfelagsviðurskifti. Seinnapartin í dag vitjaðu tey á Glasi við Marknagil. 

 

Talan er um eina sonevnda kunningarferð, har sjey fólkatingslimir og eitt embætisfólk úr Fólkatinginum fáa høvi at seta seg inn í føroysk samfelagsviðurskifti. Tað er Ríkisumboðið, ið er vertur fyri vitjanini, sum er í døgunum 10. til 15. september. Ferðalagið víst runt á byggiplássinum, har greitt varð frá innrættingini av skúlanum, greiðir Landsverk frá í tíðindaskrivi í kvøld. 


Donsku gestirnir duldu ikki fyri, at teir vóru hugtiknir av nýggja skúlanum, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu næsta skúlaár.

 

- Hetta er tann mest bergtakandi skúlabyggingin, eg nakrantíð havi sæð. At tit hava sligið triggjar miðnámsskúlar saman á hendan hátt er eitt fantastiskt hugskot, sigur Karin Gaardsted, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, sambært tíðindaskrivi frá Landsverk.

 

 

Rúgvusmikil skrá undir føroyaferðini
Afturat teimum fýra áðurnevndu fólkatingsumboðunum eru Josephine Fock úr Alternativu, Mette Abildgaard úr Konservativa Fólkaflokkinum, Søren Gade úr Vinstra og Søren Thomsen, embætismaður í Fólkatinginum, við í ferðalagnum frá Christiansborg.

 

Umframt vitjan á Glasi fevnir skráin undir føroyaferðini hjá fólkatingsumboðunum eisini um vitjan við Gjógv, hjá Klaksvíkar kommunu, í Christianskirkjuni, reiðarafyritøkuni Christiani í Grótinum, Heimið við Vágna, LookNorth, Runavíkar kommunu, Bakkafrost, Skúlin við Løkin, ítróttarøkið í Runavík, Vágs kommunu, Fjarundirvísingin í Vági, Ítróttarháskúlan í Vági, Páls Høll, Suðuroyar Sjúkrahús, Delta Seafood, Savnið hjá Thomsen-familjuni á Tvøroyri, Varðin Pelagic, SALT, VisitFaroeIslands, Kirkjubø, Løgmansskrivstovan, Løgtingið, Ríkisumboðið, Tórshavnar kommunu, Sjóvinnuhúsið, Skúlin á Argjahamri og Finsen Kollegium.

 

Afturat rúgvusmiklu skránni skulu donsku fólkatingsumboðini eisini hitta umboð fyri politisku flokkarnar á Føroya Løgtingi.

 

Danska ferðalagið fer aftur til Danmarkar seinnapartin fríggjadagin.


Fakta um nýggja miðnámsskúlan

20 útbúgvingar
1.660 næmingar (harav 200 innan hægri útbúgvingar)
250 starvsfólk
19.500 fermetrar

(Myndir: HeinesenMyndir)