Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 09.08.2018 (23:41)

Danskir prestar bráðna

Heita danska summarið hevur avbjóðingar við sær.

 

 

Danskir prestar ynskja sær nú eina summarútgávu av prestakjólanum, tí klassiski prestakjólin, ið er ullintur, er ov heitur.

 

 

Kirkjurúmini eru vanliga ikki heit, men tó vita danskir miðlar um onkran prest, sum í hesum døgum hevur havt kølielementir í reim undir kjólanum, og t.d. til jarðarferðir er presturin úti í sólini.

 

 

Danska prestafelagið sigur seg fylgja við gongdini, og vísir tað seg, at heitu summardagarnir gerast afturvendandi trupulleiki, so kann ein tunn og løtt útgáva av prestakjólanum kanska koma upp á tal, sigur næstformaðurin í felagnum.

 

 

Ekstrablaðið veit at siga, at longu, svørtu prestakjólarnir eru úr enskari ull. Teir verða framleiddir í Sønderborg, og kosta umleið 20.000 krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her