fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 09.02.2018 (11:28)

Danskur rokkari á Tórsfest

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Okkara Tórsfest á Vaglinum í Havn, leygarkvøldið 21. juli. Tí longu nú er greitt at Burhan G, Danny & The Veetos, Burak Yeter og Signar í Homrum verða millum mongu nøvnini. Og í dag er kunngjørt at nýggjasta navnið á plakatini er danska stjørnuskotið Jacob Dinesen.

 

22 ára gamli Jacob Dinesen mann nokk vera eitt tað mest spennandi navnið í Danmark í løtuni.

 

Sangarin og guitarleikarin frá Tønder í Suðurjútlandi hevur veruliga sligið ígjøgnum við síni rødd og amerikanska rokki við íblástri frá keltiskum fólkatónleiki.

 

Hann spældi yvir 100 konsertir í Danmark í fjør, har allar vóru útseldar. Hann spældi eisini á stóru festivalunum Skagen Festival, Nibe Festival og Tønder Festival. Hann varð innstillaður til GAFFA-Prísin longu í 2016 sum “Årets nye danske navn” og ikki kann sigast annað enn at tað hevur gingið skjótt fyri seg.

 

Hansara fyrsta fløga “Count the Ways” kom út í 2015, og av henni var tað serliga løgini "Dancing Devil" og "Will You Stay”, sum blivu nógv spæld. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2016, tá fløgan ”Brace Against the Storm” kom út. Fløgan fekk sera góð ummæli av millum øðrum GAFFA. Á fløguni finnast løgini "Roll with Me" og "Jessie", sum eru blivin sera nógv spæld - bæði í Danmark og eisini her hjá okkum. Fløgan gjørdist beinleiðis nummar eitt á danska fløguhittlistanum og fløgan hevur fingið bæði gull og platin-status.

 

Stóra danska stjørnuskotið verður nú at hoyra saman við bólki sínum á Vaglinum í Havn í summar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her