Dart: Petur Thomsen vinnari av 2. umfari

2. umfar í FM-kappingini í dart hevur verið. Petur Thomsen og Lýdia á Smið vunnu

Leygardagin var 2. umfar av FM-kappingini í dart. Kappingin var í Miðvági, har 37 menn og átta kvinnur vóru við.

 

Hjá monnunum vann Petur Thomsen kappingina, eftir at hann í finaluni vann á Boga Isaksen. Sagt verður, at talan var um eina væl spælda finalu millum tveir spælarar, sum eru væl fyri í løtuni. Tá komið var í 10. settið stóð á jøvnum 5-5.

 

Tí varð farið til 11. og avgerandi settið, har Petur Thomsen, við millum annað sínum fimta 180 ara á degnum, vann á Boga. Hesir báðir áttu eisini høgsta útgang og fægst pílar. Petur Thomsen lukkaði við 160, meðan Bogi Isaksen hevði fægst pílar við 12. Vert er at leggja aftrat, at heilir 21 180 arar komu í kappingini, fýra mans høvdu eitt sett undir 15 pílar og fimm mans høvdu útgangir yvir 130.

 

Hjá kvinnum vann Lýdia á Smið. Hon vann rímiliga greitt 4-1 í finaluni á Elisabeth Nicolajsen.

 

Úrslit:

Menn:

1. Petur Thomsen (D16) 

2. Bogi Isaksen (KDF)

3. Niels Thomsen (HDF)

3. Uni Árting (HDF)

Hægst útgang: Petur Thomsen 160

Fæst pílar: Bogi Isaksen 12

 

Kvinnur:

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

3. Joan Edvør Thomasen (VDF)

3. Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Lýdia á Smið 59

Fæst pílar: Lýdia á Smið 28