Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 18.11.2018 (14:20)

David Arge Galán er aftur heimsmeistari

Havanarmaðurin David Arge Galán endurvann í morgun heimsmeistaraheitið í Pro Men's Physique

 

Tað í kappingini World Natural Bodybuilding Federation – WNBF, sum hetta vikuskiftið er í Los Angeles í USA.

 

David Arge Galán kappaðist í bólkinum »Pro Men's Physique«.

 

– Eg havi verið pro síðani 2015, tá eg eisini vann HM í bólkinum Pro Men's Physique - short class.

 

– Vit vóru 10 luttakarar. Eg vann bólkin og skuldi tí kappast ímóti vinnaranum av Pro Men's Physique - tall class, har tað vóru 12 luttakarar - one on one, sigur David Arge Galán.

 

Hann vann eisini á honum og gjørdist tí HM vinnari og »over-all« vinnari á heili 22 luttakarum

 

Áðrenn kappingingina skuldu luttakararnir kannast við lygndetektortest, og topp trý skuldu lata pissiprøva.

 

Klokkan 05:39 í morgun føroyska tíð endurvann David Arge Galán aftur heimsmeistaraheitið.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her