Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 03.01.2019 (19:00)

Debutútgávan hjá Swardi góð skotsmál

Swardi er navnið á bólkinum hjá Hans Edward Andreasen. Á føroyska og danska tónleikapallinum kenna vit annars Hans Edward Andreasen sum forsangara í punkarabólkinum, The Dreams, sum tók danska kongaríkið við stormi í 2008. 

 

Swardi hevur fyri stuttum givið eina EP við fimm løgum út, sum er teirra debutútgáva. Og hendan nýggja útgávan er absolutt góðkend, um mann spyr donsku tónleikasíðuna, HeavyMetal.dk. Swardi fekk í nýggjum ummæli 8 út av 10 stjørnum. 

 

Í ummælinum verður m.a. sagt soleiðis: 

 

- Hans Edward Andreasen ljóðar av og á sum Billie Joe Armstrong frá Green Day, tó við nógv meira saft og kraft. Hansara stóra og sera smikrandi rødd hóskar seg framúr væl til tónleikin, og Swardi er eitt njótilsi at lurta eftir frá byrjan til enda.

 

- Plátan varar bert í 19 minuttir, men tað er hugtakandi, hvussu nógv kensluborin spor, plátan leggur eftir seg hesa stuttu løtuna. Har eru nógvir góðir melodiir og fangandi niðurløg, og um mann hevur eina fortíð sum frítíðarpunkari og/ella ein seráhuga fyri tignarligari og stórslidnari rockoperu, so kann Swardi viðmælast. 

 

Les alt ummælið her.

 

Omanfyri ber til at hoyra lagið It’s Unnatural, sum ummælarin hjá HeavyMetal.dk er serliga hugtikin av. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her