Kringvarpsgjaldið hækkar 20 krónur um mánaðin, tá Løgtingið í morgin eftir øllum at døma fer at samtykkja uppskotið

Talan er um uppskot frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Sirið Stenberg, um broyting løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp. Tað snýr seg um árliga prístalsjavning, lægri kringvarpsgjald fyri smærri virki, stovnar o.fl., broyting í kringvarpsgjaldinum fyri likamligar persónar og aðrar smærri broytingar.

Landsstýriskvinni skeyt upp, at kringvarpsgjaldið hækkar 13 krónur úr 150 upp í 163 krónur fyri fólk 24 ár og eldri, meðan gjaldið hjá pensjónistum hækkar úr 50 upp í 63 krónur um mánaðin. Hetta hevur meirilutin í mentanarnevndini hjá Løgtinginum broytt og lagt 7 krónur omaná, so kringvarpsgjaldið hækkar ávikavist úr 150 upp í 170 krónur og úr 50 upp í 70 krónur um mánaðin.

Umboðið hjá Sambandsflokkinum, Magnus Rasmussen, tók undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni, meðan umboðið hjá Fólkaflokkinum, Bárður á Lakjuni, ikki tók undir við at gjaldið fyri likamligar persónar hækkar úr ávikavist 150 krónum og 50 krónum, og hann fegnast um, at gjaldskylduga upphæddin hjá smærri stovnum og virkjum lækkar við 500 kr. Hann metir eisini, at tað er rætt, at kringvarpsgjaldið verður javnað við 2% um árið frá 2025 at rokna.

Álitið frá mentanarnevndini kann lesast her