Demokratiskt stjørnufræ bjóðar Trump av næsta ár

Fyrrverandi kongresslimurin og senatsvalevni Beto O’Rourke ætlar sær at vera forsetavalevni hjá Demokratunum í USA næsta ár

Eftir leysasøgur í fleiri mánaðir váttar fyrrverandi demokratiski kongresslimurin, Beto O’Rourke, at hann stillar upp til forsetavalið í 2020.

 

Tað skrivar sjónvarpsstøðin KTSM, sum hevur miðstøði í heimbýnum hjá 46 ára gamla Beto O’Rourke, El Paso, í statinum Texas.

 

Við sjónvarpsstøðina sigur hann í fleiri sms’um, at hann er »errin av heimbý sínum, og at hann ætlar at brúka bakgrund og uppvøkstur sín í Texas í valstríðnum.

 

Roknað verður við, at hann fer at kunngera sína uppstilling í dag.

 

Beto O’Rourke gjørdist landskendur, tá hann á miðvalinum í fjør bjóðaði Ted Cruz, senatori, í Texas av á senatsvalinum. Hann tapti valið, men var bara fá prosentstig frá at vinna á Cruz, sum var valevni hjá republikanarunum í 2016.

 

Texas er ein hin mest konservativi staturin í USA.

 

Valstríðið hjá Beto O’Rourke vakti ans, og hann megnaði at savna fleiri milliónir dollarar frá privatum gevarum uttan stuðul frá stórum virkjum ella lobbyistum. Hann setti harumframt met í talið av sjálvbodnum stríðsfólkum.

 

Hann varð eisini nógv róstur fyri sín kampanjustíl, har hann upp á stutta tíð megnaði at vitja øll 254 amtini í Texas.

 

Síðani senatsvalið hevur hann gjørt seg merktan sum ein harður mótstøðumaður av ætlanunum hjá Donald Trump at byggja ein múr eftir markinum til Mexico.

 

Tá forsetin í februar vitaði á markinum við El Paso, helt Beto O’Rourke ein stóran veljarafund og ákærdi Trump fyri at skapa »falskt slatur« um migrandat og umdømið hjá El Paso sum ein býur merktur av kriminaliteti.

 

Beto O’Rourke hevur eisini vunnið stóra undirøku á sosialu miðlunum, og brúkar nógv sína instagram-konto til at koma við politiskum boðskapum.

 

Síðani tapið móti Ted Cruz hava nógv gitt, at Beto O’Rourke fór at stilla upp í 2020. Hann hevur millum annað hildið kjakinum koyrandi við at vitja nógvar statir, sum eru skjótasti at halda primervalini.

 

Beto O’Rourke hevur longu boðað frá, athann komandi vikuskifti fer athalda fleiri veljarafundir í statinum Iowa.

 

/ritzau/