Leita á in.fo

Barbara Holm 31.12.2016 (12:01)

Diana mátti eiga heima í ódnarveðrinum

Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les stóra blaðið, sum eisini inniheldur stórt tema um brot og bitar frá ár 2016. 

 

- Vit hava áður roynt at havt eina ringa føðing, og ikki sleppa av landinum, tí øska var í luftini. So tá illveðrið kom og eg fekk verkir, bleiv eg rættiliga nervøs, sigur Diana Davidsen í Runavík.

 

 

Ódnirnar Barbara og Urd hava sett síni spor í tað føroyska samfelagið. Hús eru rivin sundur, neyst blást burtur í vindinum og stórir virkisbygningar hava fingið óbótaligan skaða. Tryggingarfeløgini fáa eitt ordans høgg í árliga rokniskapin, nú føroyingar skulu til at byggja tað brotna uppaftur.

 

 

Fyri familjuna Davidsen Klein í Runavík verður fyrsti jóladagur 2016 ein hátíðardagur, sum tey fara at minnast við gleði aftur á.

 

Tí tað var dagurin, tá ið lítla diddan í húsinum kom til verðina.

 

Tá ið klokkan var farin av hálvgum ellivu um kvøldið tann 25 desember, ringdi Diana Davidsen suður á Landssjúkrahúsið. Hon skuldi boða frá, at hon hevði verkir.

 

 

- Eg fekk at vita, at tað var ov ringt veður til, at sjúkrabilurin kundi koma eftir mær, sigur Diana Davidsen, sum staðfestir, at hon ikki tordi at koyra sjálv.

 

 

Tað vóru tó trý, sum trodsaðu illveðrið, og settu seg í bilin fyri at hjálpa Dianu Davidsen.

 

- Sjúkrabilurin kom við tveimum portørum og við mínari jarðarmóður, greiðir hon frá.

 

 

Gekk skjótt

Tá ið veðurforsøgnirnar vístu, at illveður fór at raka Føroyar um jóltíðir, so var Diana, sum vera man, heldur fjálturstungin.

 

- Eg spurdi jarðarmóðurina, hvar hon fór at halda jól. Hon segði hon var heima og tað var bara at ringja, sigur Diana.

 

Jarðarmóðurin og portørarnir vóru hjá Dianu kvart í tólv 25. desember, og tað gekk skjótt fyri seg.

 

- Jarðarmóðurin kannaði meg og helt tað vera frægast, at vit vóru verandi heima, tí veðrið var so ringt tá. Hon segði, nú leggja vit tað í Harrans hendur, og setti seg undir liðini á mær, minnist Diana aftur á.

 

Maður Dianu, Oddur, hevði eina heilt serliga uppgávu hesa løtuna.

 

- Hann virkaði sum mítt beinstativ, sigur Diana flennandi og vísir á, at eingin útgerð var at heinta hesa løtuna.

 

Tá ið klokkan var farin av eitt, kom lítla diddan í verðina, sigur Diana Davidsen. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her