DIY: Vøkur jólastjørna

Ein vøkur og øðrvísi jólastjørna, ið er løtt at gera – bæði hjá børnum og vaksnum

Klipp tveir strimmlar, sum eru á leið 30cm langir og á leið 8cm breiðir og legg teir saman í harmoniku í á leið 7mm

##med1##

Ger strimmulin til ein ring við at líma endarnar saman við límstift í báðum endum

##med2##

##med3##

Trýst ringin flatan, meðan tú varliga heldur fingrarnar javnt á stjørnuni 

##med4##

##med5##

Tipp holið í miðjuni við einum stórum dropa av heitum lími. Halt tí í ein minutt ella so, til tað tornar. Vend stjørnini og tipp holið ta megin eisini. Nú er stjørnan fløt og til ber at prýða hana við einum knappi ella pappíri í miðjuni

##med6##

Prei: Stjørnan kann gerast í júst ta støddini, sum tú ynskir. Broyt bara breiddina á pappírsstrimmlunum, um tú ynskir aðra stødd