Djóni skuldi rinda løgtingslønina aftur

Tá tú situr sum varafólk á tingi, ert tú rættiliga óvardur á arbeiðsmarknaðinum. Tað mátti Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, sanna

Tá Henrik Old aftur tók sæti á Løgtingi aftur 3. oktober, misti Djóni Nolsøe Joensen tingsessin, sum hann hevði havt síðani landsstýrið varð skipað 15. september í 2015.

 

Tá tú situr sum varafólk á tingi, ert tú rættiliga óvardur á arbeiðsmarknaðinum. Tú hevur onga uppsagnartíð og fært onga ávaring. Henrik Old boðaði 1. oktober frá, at hann legði landsstýrissessin frá sær og tók aftur við tingsessinum. 

 

Frá tí løtu misti Djóni Nolsøe Joensen tingsessin og rætt til løninina eisini. Sum varamaður hevur tú heldur ikki rætt til fráfaringarløn – og tá løgtingsfólk eru forútlønt, so skuldi Djoni Nolsøe Joensen eisini afturrinda lønina fyri oktober, sum hann hevði fingið. Djóni Nolsøe Joensen er í farloyvi úr sínum borgarliga starvi, so nú stóð hann brádliga uttan starv og uttan løn frá degi til dag.

 

Nú var tað so, at samstundis sum Henrik Old tók við aftur tingsessinum, so var Helena Dam á Neystabø í farloyvi, tí hon var í New York á ST aðalfundi. Tí tók Djoni Nolsøe Joensen við sum varamaður fyri hana fram til 6. oktober.

 

Frá í gjár at rokna, 20. novemberm er Djóni Nolsøe Joensen aftur løgtingsmaður, nú fyri Heðin Mortensen, sum legði tingssessin frá sær, tá hann gjørdist landsstýrismaður.