Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.02.2019 (12:03)

DMI boðar frá nógvum vindi

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri og í morgun fer ein lítið hátrýstsryggur framvið av vestri. Í kvøld raka brúgvaløg við nógvum regni okkum og næstu dagarnar liggja oyggjarnarn í einum mildum ráki av útsynningi, meðan fleiri brúgvaløg fara framvið. Samstundis flyta fleiri djúpt lágtrýst seg úr suðri móti Íslandi.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og suðri, 7 til 12 m/s, um kvøldið og náttina í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað ella samdrigið og út á dagin ella móti kvøldið regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, seinnapartin veksur hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, seinnapartin klárar í, sólin sær, men okkurt æl. Hitin millum 6 og 9 stig. Út á náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl, men sum frá líður yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum lækkar í ein sunnan og út á seinnapartin veskur í strúk í vindi upp í hvassan vind, 12 til 16 m/s. Fyrst urt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og regn av suðri. Út á kvøldið snarar hann  í ein útsynning og øtlar vindin í hvassan vind upp í storm, 15 til 22 m/s, við hørðum hvirlum. Út á náttin makar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 12 til 17 m/s. Skýggjað og regn ella æalveður, men út á náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Hann minkar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, men um náttina veksur hann vindin aftur í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og seinnapartin og um kvøldið eitt skifti regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útsynning og eitt skifti veksur vindin í storm, 22 m/s, við hørðum hvirlum. Um náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitinum dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Sólglottar og okkurt æl, seinni skýggjað og um náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her