fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 10.10.2018 (09:19)

DMI sigur frá stormi seinni í vikuni

Ein hitabrúgv fer yvir okkum í dag av suðri, áðrenn lýggjari luft aftur streymar inn yvir okkum av landsynningi. Fríggjadagin fer eitt djúpt lágtrýstí ein norðan millum Ísland og Føroyar við vindi og regni. Um vikuskiftið makar hann vindin og tað klárar í, tó okkurt æl.

 

Veðrið í dag

Fyrrapartin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, av landsynningi. Tað verður skýggjað og seinnapartin regn. Í kvøld lækkar hann í ein sunnan og landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í og verður turt og skýggjað. Hitin millum 10 og 12 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Fyrst sólglottar, annars sum frá líður skýggjað og í annaðkvøld og fríggjanáttina eitt skifti regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað klárar í og yvirhøvur turt og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 15 til 20 m/s, við hvøssum hvirlum. Ssamdrigið og regn og hitin millum 10 og 12 stig. Seinnapartin snarar hann í ein sunnan og øtlar vindin í hvassan vind upp í skrið við hvøssum hvirlum, 15 til 20 m/s, um náttina fer hann í ein útsynning og øtlar í skrið ella storm, 18 til 23 m/s. Framvegis skýggjað og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og æalveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, seinni suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl, men um náttina fleiri ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein útsynning og makar nakað. Samdrigið og ælaveður. Hitin um 7 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her