Leita á in.fo

Torbjørn Jacobsen 21.11.2018 (10:31)

Dómur yvir deyðan mann

Fáur hevur verið neyvari í lýsingini av lívsins mest umvarðandi fyribrigdum enn Paulus, serliga táið hann skrivar fyrra brævið til menn í Korint. Metodan er klassisk. Tað ræður um at skera inn á bein. Greiðari síggjast mótini. Ymsu sjónarhornini standa upp ímóti hvørøðrum, og hann staðfestir, at uttan kærleika eru allar náðigávur og øll offur til onkis. Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla. Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg onki. Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp. Kærleikin tolir alt, trýr øllum, vónar alt og ber alt. Vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum; men táið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. Táið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av. Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. Hetta er leiðin úr vøgguni um gravarmúlan fram í tær himmalsku tjaldbúðir.

 

Tey mongu, sum gerandis og heilagt hava akað framvið húsunum, dygst uttan fyri Garðar á Glyvrum, hava ivaleyst sæð ein grásprongdan krúll daga undan á svalanum, leitandi eftir allari megi og hvørjum geisla, sum sólin ber okkum. Maðurin, sum so víða hevði farið, var oftari at síggja, eftir at hann fór av arbeiðsmarknaðinum – 83 ára gamal. Vit brúktu kílamegi fyri at fáa hann at skilja, at hann kanska átti at brúkt tey seinastu árini í meiri friðsemi, kann ætla at hann ongantíð skilti hetta, so uppslúktur sum hann var av tí serliga calvinistiska arbeiðsmoralinum, hevði nær sagt arbeiðsøðini, har tað ikki er stikað av ímillum arbeiði og frítíð. Kortini fekk hann fimm góð ár sum pensiónistur, og sum Viderø prestur skrivar í bókini „Frá landi á fyrsta sinni“: „Nú er hann farin – men tað er lívsins gongd – maður er ætlaður at ganga burtur – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt – tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –„

 

Joen Jacob Frantz Jacobsen – Jóan Jákup á Langanesi – ella Jóan Jákup hjá Napoléon – sum hann ofta varð róptur her í bygdini, var borin í heim á Glyvrum hin 18. juli 1930. Foreldrini vóru Sofía og Napoléon. Hon uttan úr Heiðunum, dóttir Kristinu av Oyrareingjum og Pól Nikláa Danielsen, ið var slektaður úr Nólsoy, og hann sonur Jákup og Biritu, sum bæði vóru av bóndagørðunum í bygdini. Sofía og Napoléon settu seg niður í Langanesgerðinum. Tey fingu 11 børn – átta gentur og tríggjar dreingir - Jóan Jákup var ein teirra, miðlingurin av synunum.

 

Systir hansara Fía, sum er nakað eldri enn hann og býr í Keypmannahavn, plagar at taka til hvussu væl hann var fyri longu sum smádrongur. Bæði hvat ið viti og kropsevnum viðvíkti, men so leggur hon altíð læandi afturat, at ein skuldi leita ómetaliga leingi fyri at finna ein mann, ið var treiskari og meira tógvin enn miðlingabeiggin. Tey bæði komu nú so sera væl útav tí, og vit hava altíð verið sum húsfólk hjá henni og sálaða manni hennara á ótaldu ferðunum millum lond.

 

Hann man hava tikist við alt fyrifallandi frá ungum árum av. Verið í torvi, hoyna og á seiðabergi. Velt, bøtt gørn og gingið á fjall. Og so hevur hann sjálvandi spælt sum allir aðrir dreingir, men tað sum hann oftast tosaði um frá hesum árunum var driftingin eftir sild – á fjørðinum og onkuntíð stimaðu teir inn á Lambavík, táið nógv var at fáa. Hugurin til sjógvin kom nú ikki frá fremmandum. Abbi hansara á Langanesi var tiltikin útróðrarmaður, hin abbin var skipari og átti Delphinuna, og pápi hansara var millum kendastu skiparar í landinum í sínari samtíð. Hóast pápin misti tvey skip av krígsávum seinru stríðsárini, sum eisini hevði sínar syrgiligu avleiðingar í grannalagnum, fór hann sín fyrsta túr sum dekkari við snurriváðsbátinum „Sanna“, sum pápi hansara keypti beint eftir stríðsárini. Teir fiskaðu fyri tað nógva í Norðsjónum og hin bulmikli Sigurd Reinert úr Kaldbak førdi hana. Tá var hann 15 ára gamal. Eftir tað var hann nakrar túrar við gomlu „Columbus“, á Suðurlandinum, tiltikni rokskiparin Jákup Andrias í Kálvhúsinum á Glyvrum førdi hana. Morbróður hansara, Debes Danielsen, Debes hjá Pól Nikláa, átti útróðrarbátin „Símun á Torkilsheyggi“, honum var hann við nakrar túrar, men 17 ára gamal fær hann kjans sum dekkari við trolaranum „Jóannes Patursson“, sum Hans Pauli hjá Mortani í Hvannasundi førdi. Honum var hann við í 48, 49, 50 og 1951. Veturin 1949/50 gekk hann kortini á Føroya Sjómansskúla, har hann fekk setuskiparaprógv á vári í 1950.

 

Tá Andreas hjá Mortani í Hvannasundi fór at føra trolaran „Kallsevni“, ið var ein umbygd korvett, smíðað undir krígnum, sum Pf. Kimbil í Tórshavn átti, ráðførdi hann seg við Hans Paula, bróðurin, um at seta fólk. Túrin fyri hetta hevði Andreas kortini verið skipari ein ísfiskatúr við Bóndanum, sum trolarin eisini varð róptur. Har hevur hann eygleitt og gjørt sær metingar um, hvørjir bestumenn hansara skuldu vera, táið hann fór at føra „Kallsevni.“ Hans Pauli og Andreas samdust um, at Dávur hjá Christiani í Bø á Strondum og Jóan Jákup hjá Napoléon á Glyvrum skuldu gerast avikavíst fyrri og annar bestimaður. Teir mynstraðu á Havnini hin 27. apríl 1951. Tá var pápi mín 20 ára gamal og Dávur 21 ára gamal. Teir báðir gjørdust vinmenn fyri lívið. Harðir og brutalir á skræðuni, ringa navigatørsjúkan, men ofta eru teir bleytir sum smør innvortis og í sálini. Dávur gjørdist seinri ein av kendastu trolaraskiparum í Føroyum. Jóan Jákup var við skyldmanninum Andreasi í 51, 52 og 1953. Mamma hansara og Andreas vóru systkinabørn, slektað undan tveimum børnum hjá gitna bátasmiðinum Jóhan í Garði í Nólsoy. Ongin í Norðurhøvum stóð bestu føroysku trolarunum kurl hesi árini, og ein eldri íslendingur segði mær einaferð, at skipararnir vóru ein orsøkin, ein onnur var, at hvørki norðmenn ella íslendingar høvdu so markleysa góða manning, sum m.a. Hans Pauli og Andreas høvdu. Teir bardust sum úlvar á skóg fyri at vera bestir. Sum Jóannes á Mølini tekur til í einari yrking: „Spælið dunkar og dynjar – hurðarnar (lemmarnir) koma dundrandi at borði – bellurin flotnar – aldar dovisliga – upp og niður – sum ein yvirvaksin sjógvormur. Og sum gamli tók til: „Onkuntíð sovnaðu teir yngru niður í pavnarnar, eftir at hava brotið vakt í fleiri samdøgur.“

 

Í 1953 tekur hann eina rættiliga eksitentiella avgerð, sum kann tykjast margháttlig, serliga í mun til øll árini hann hevði brúkt á trolaradekki sum dekkari og bestimaður. Hann segði mær einaferð, at búskaparligu viðurskiftini í Føroyum vóru blivin so ørkemlandi, serliga í kjalarvørrinum av at Sjóvinnubankin fór út av ørvarendanum, at tað ráddi um hjá einum ungum manni at víðka sær um møguleikarnar, soleiðis, at arbeiðsmegin kundi brúkast aðrar staðir, enn bara í føroyska fiskiflotanum. Kann ætla at avgerðin hjá abba hansara, Pól Nikláa Danielsen, at fara niður á Bogø Navigatiónsskúla fyri at fáa hægstu navigatiónsútbúgving, longu í 1882, hevur verið ein árenning, sum hevur gjørt mun. Havi hoyrt fleiri eldri menn siga, sum kendu skiparan, reiðaran, sjómansskúlalæraran og bátasmiðin Pól Nikláa, at abbasonurin á Langanesi líktist honum ómetaliga nógv í flestu lyndisbrøgdum, og ætlast kann, at hin gamli hevur eggjað abbasoninum til. Fyrr var illa.

 

Eftir átta ár á skipsdekki umborð á føroyskum fiskiskipum, velur hann at fara undir lestur á Sjómansskúlanum í Svendborg. Har trívist hann ikki serliga væl, og eftir ein mánað flytur hann um sundið og byrjar á Marstal Navigatiónsskúla. Endamálið er at fáa hægstu nautisku útbúgving, sum var til, - at gerast skipsførari. Og nú fer av álvara at bragda hjá glyvradronginum. Eitt kvøldið um hetta mundið, heima staddur, fær hann eyga á eina gøtugentu. Slektað úr Grógv í Syðrugøtu, - dóttir tey bæði Jóan Elias og Suffíu Gregersen. Arnbjørg. Eyguni bresta saman í dansinum í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, fast var skeklað, og forelskilsið vaks til burðardyggan kærleika fram til hendan dag. Tey fluttu bæði til Marstal, og har vórðu lunnarnir lagdir undir fjølskylduna av børnum, abbabørnum og langabbabørnum, sum øll sita í kirkjuni í dag. Í 1956 kom hann heimaftur við Tjaldrinum við skipsføraraprógvi, einum barometri fyri væl avrikað verk á skúlanum og konu og fyrsta barninum. Hann helt lítið um barnaskúlan á Glyvrum, har kom onki burturúr, men eitt skeið á Føroya Fólkaháskúla gjørdi honum stóran mun. Hann tók mangan til hendan veturin, har hann av álvara varð tjóðskaparliga kveiktur. Pápi hansara var ivaleysur á tjóðskaparkósini, og ein av teimum sum stukku inn á gólvið á Langanesi, táið hann ferðaðist í Eysturoynni, var Jóannes bóndi. Hetta snúði seg kanska meiri um at trúgva á egnan mátt og egna megi, sjálvbjargni á øllum mótum, heldur enn um smáligt partapolitiskt kegl. Málið var størri og hægri. Tað snúði seg í stóran mun um, at føroyingar sum fólk áttu at standa á egnum beinum. Í hvussu er skiltu teir ikki tað øvuta sjónarmiðið, - hóast tað ikki varð rópt út um allar geilar.

 

Í apríl í 1956 mynstrar hann umborð á einum skipi hjá J. Lauritzen í Esbjerg, sum liggur fyri at fara til Philadelphia í USA. Skaldið Jóanes Nielsen sigur í kendu yrkingarrøðini – Trý brøv til ein fiskimann – at børnini hjá fiskimonnum kenna ikki sínar pápar. Støðan var uppaftur verri hjá okkum, sum áttu pápar, ið sigldu úti, mynstringarnar vardu í 2-3 ár. Reiðarin Knud Lauritzen var ein modernaður maður og reiðari, hann ynskti at konur og børn sluppu umborð á skipini, fyri at gera tað meiri høgligt hjá familjumonnum at liva og virka umborð á skipum hansara. Soleiðis fingu mamma og vit systkini møguleikan fyri at ferðast kring um ein stóran part av heiminum. Hann var í átta ár hjá Lauritzen, og hetta var ein týdningarmikil tíð fyri hann. Umframt at tosa enskt fór hann nú undir at læra seg at tosa á sponskum, og tað lá væl fyri, táið stórur partur av manningini vóru latínmerikanarar, úr Chile, Argentina og Ecuador.

 

Um hetta mundið rendi hann seg eisini inn í ein sannan brennidepil, Cubakreppan tók seg upp, eftir at Sovjetsamveldið var farið undir at flyta hernaðarligt ísinkram og kjarnorkumissilir til oynna í caribiska grannalagnum hjá USA, tað stóð og vigaði á um heimurin skuldi enda í einum triðja veraldarbardaga. Teir sigldu ímillum USA og Cuba fyri kollveltingina hjá Fidel Castro og partisanum hansara. Eftir kollveltingina og serliga eftir handilsstongsulin – embargo´ina - sigldu teir ímillum Canada og Cuba. Annaðhvørt var tú hesumegin ella hinumegin. Svart ella hvítt, reytt ella blátt, men siglingin hevði sum so onki við politisku og hernaðarligu spenningarnar í økinum at gera. Hinvegin høvdu viðhaldsmenn hjá Castro fingið trupulleikar, eisini í Canada. Ein teirra, sum var limur í canadiska kommunistaflokkinum, ovarlaga staddur í flokshierarkinum, endaði sum blindur passasjerur umborð á Indian Reefeer, har Jóan Jákup var yvirstýrimaður. Hann fekk ikki verið í heimlandinum longur. Nýggja stjórnin í Havanna vitsti av hesum, og táið teir høvdu fingið landgangin niður á bryggjuna í Havanna, komnir úr Montreal, stendur ein ungur síðullaður maður, undir alpuhúgvu - baret, í partisandressi, við skammbyrsum hangandi niður við mjadnunum og bíðar eftir at sleppa umborð. J. Gregers Holm-Nielsen skipari gevur yvirstýrimanninum ordrar um at taka sær av blinda passasjerinum og at taka sær av byltingarmanninum á bryggjuni. Hesin síðullaði og Jóan Jákup møtast síðani hálvvegis í  landganginum, taka í hondina á hvørøðrum, spjalla saman og fara umborð fyri at avgreiða málið við canadiaranum. Kann ætla at teir ikki hava tosað um politikk, ein heldur borgarligur tjóðskaparmaður úr Føroyum og ein latínamerikanskur marxistur úr Argentina, sum eisini var lækni og commandantur í cubansku kollveltingarhirðini, skiltu helst ikki hvønn annan á politiska mótinum, vóru ikki á idépolitiskari bylgjulongd, hóast teir tosaðu sama mál. Kortini spældi alt væl av. Maðurin var Ernesto Ché Guevara. Hann bjóðaði seinri deyðanum av í frumskógini í Bolivia, meðan glyvramaðurin so smátt var farin at hugsa um, hvør næsti leikurin skuldi vera á lívsslóðini. Cubanski sendimaðurin í Keypmannahavn, sum vitjaði í Føroyum fyri tveimum árum síðani, sendi mammu eitt kondolansufjarrit í gjár, hon vitjaði tey bæði ta ferðina, táið hon var í býnum kortini, og hon var ikki sørt imponerað av fundinum og søguni úr Havanna í 1962.

 

Tað tykist vera rættiliga tilætlað, at Jóan Jákup fer nakrar túrar við donskum coastarum miðskeiðis í sekstiárunum, tá var sáttmáli longu gjørdur um at fáa smíðað eitt skip av hesum slagnum á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann og fleiri í fjølskylduni høvdu tikið seg saman um átakið.  Í august í 1968 var „Norðvíkingur“ liðugt smíðaður, og hann førdi skipið í 12 ár. Kanska var hesin dagurin í 1968 tann størsti av øllum í hansara vinnuliga virksemi. Eftir tað komu fleiri nýbygningar og partseigaraskapur í øðrum útgerðarfeløgum. Trongdin eftir at fáa vinnu upp at standa var ótømandi, og helst hevur ongin átt í so nógvum skipum, smíðað á føroyskum skipasmiðjum, sum júst hesin maðurin, ið fer um gravarmúlan um eina løtu. Kendist sum var tað tilætlað, eitt slag av verkligari tjóðarbygging.

 

Fjórða vinnuskiftið kemur í 1986, táið hann keypir Runavíkar Frostgoymslu frá kommununi. Har var hann stjóri til nú, hann dróg andan fyri seinastu ferð - 88 ára gamal. Harvið hevur hann onga hýru og løn forvunnið, aðra enn úr egnum feløgum og frá sær sjálvum, í eina hálva øld. Rímiliga imponerandi og rættiliga umboðandi fyri hansara hugsanarhátt. Nógvu áv árunum loysti hann meg av sum skipari, og hetta gjørdi hann heilt fram til 1997, táið hann fór um vanligan pensiónsaldur.

 

Og nú spyr onkur helst, hvussu var hasin maðurin sum maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi? Hesi kvøldini á Ellisheiminum í Runavík munnu vera besta endurspeglingin av tí. Øll, sum eru komin undan teimum báðum hjúnunum, hava staðið við børu hansara og sungið og biðið fyri hansara jarðiska hylki og sálini, sum nú búleikast í aðrari sferu, heima hjá Honum, ið hevur ræðið á øllum, Skapanarverkinum, sum Hann sjálvur smíðaði.

 

Hann var í grundini ein merkiligur originalur, sagt í positivari merking, sum legði líka í, hvat ið onnur hildu og søgdu. Ein óslípaður diamantur. Hann livdi í pakt við tað sum hann vildi, tímdi og ætlaði. Í fullkomnari javnvág. Ikki til at sláa út av pinninum. Ikki til at vika. Hann livdi og virkaði ikki eftir hvussu onnur ynsktu at hann skuldi liva og virka. Hann var eitt slag av kapitalisti, eg plagdi siga við hann, at hann var ein dupultskinnaður ketilsdraktskapitalistur. Umframt føroysku undirklæðini var hann vanliga í tveimum ketilsdraktum, táið hann furaði aftur og fram á gaffiltrukkinum í 30 kuldastigum á Frostgoymsluni. Hann foraktaði tað at koma í alment ljós, var nakað smæðin av lyndi, og hóast vinnurekandi í hálva øld hevur hann ongantíð tosað við ein fjølmiðil, hann hevur heldur ongantíð flutt fram eina røðu, og helst illneitast hann nú um, í sínari himmalsku tjaldbúð, at eg standi frammi í kór í hansara kæru kirkju, og geri so nógv burturúr honum. Hann var ikki lýtaleysur, heldur enn nakar annar, tað vóru tíðir, táið tað gekk betri og verri við vinnuvirkseminum, men hann helt fast um sítt, og hann hevði ein sera sterkan samfelagsmoral. Tað snúði seg um samfelagið fyrst og fremst, at fáa tað at fungera, so mátti alt annað koma hareftir. Hvørja ferð eitt skip kom undan Saltnesi, fegnaðist hann, og hóast megin var farin at ganga undan, skuldi hann akast út á bryggjuna fyri at síggja, hvussu leikur fór. Einaferð í vár kom mótbrekkan av álvara, tað knípti við at ganga oman í og niðan frá kirkjuni sunnudagar. Pøstur hvíldi hann seg alt oftari, og so var fjørðurin rógvin.

 

Tað er ikki av ongum, at so nógv er sungið fyri honum hesar seinastu dagarnar. Tónleikur og sangur fyltu óvanliga nógv í hansara universi. Hann var sjálvur góður sangari. Kvøðari við. Livdi seg bókstaviliga inn í søgugongdina í kvæðunum og citeraði ofta úr teimum. Kvæðabøkurnar lógu altíð opnar kring um í húsinum. Ormurin Langi, Brókatáttur, Ebbe Skammelsøn, Leivur Øssursson, Brestis kvæði, Sjúrðarkvæðini, - hann las uppí saman aftur og hann var yvirhøvur ein væl lisin maður. Útvarpið var opið frá morgni til myrkurs og hann mintist alt, hukomilsið var sum á einum gomlum fíli.

 

Eitt var tað, at hann støðugt fleyg undir radaranum, eitt annað, at hann hevði eini serdeilis góð evni at skoða ígjøgnum, um tað var humbukk ella skilagóðar loysnir, sum menn vartaðu upp við. Ein dagin høvdu tveir finansjonglørar úr fíggjargeiranum spurt, um teir kundu sýna okkum ein skilagóðan íleggingarmøguleika. Tað hildu vit báðir, at teir kundu. Nú troppa teir upp ein fyrrapart við slipsum sum breiðfokkum, flippum sum vindskeiðum, longum hvítum frakkum, dokumentmappum og við hópin av sjelé í hárinum. Eg var vinsælur og trakteraði teir við kaffi og smákøkum, men stjórin møtti ikki upp, og vit hoyrdu bara hurrið frá trukki hansara. Triðju ferðina eg royndi at fáa hann at leggja eygu og oyru til framløgu teirra, gjørdi hann greitt, at hann hevði ikki stundir at tosa við fólk í slipsi, síðum frakkum og við gelé í hárinum ein týsmorgum kl. 10 – ein vanligan arbeiðsdag. Har var annað at taka sær fyri. Undir øllum umstøðum høvdu hesir metrosexuellu gandakallarnir ikki fingið eitt bein til jørðina, tí hann hevði eina turkatrúgv á, at virðini bara koma úr arbeiðandi hondum og tankagóðsinum hjá fólki, hann var sera skeptiskur, táið tað kom til smartar loysnir, tí hevur fáur arbeitt meiri í Føroyum enn júst hann, sum verður borin út higani í dag. So slitin var hann nú, av einum óvanliga hørðum arbeiðslívi, at eg kom at hugsa um yrkingina sum Jóanes Nielsen skrivaði til Hugo, táið hann var farin. „Hann er deyður - og skal eg vera erligur - vænti eg ikki at hann hevði klárað seg millum einglarnar - til tað vóru armar og ryggur ov slitin.“

 

Mangar ringar túrar hevur tú gjørt, ótaldar ferðir ligið á Hvarvinum í himmalsins ódnarveðri, har tað kundi ganga báðar vegir, men nú stilti hann av. Av álvara. Nú er logn. Og eg fái ikki sagt tað betur enn trubadoururin Eyðun Nolsøe í sanginum um deyða faðir sín: „Mín faðir mítt upphav. Tú livir enn í mær. Gævi tín ferð handan hav, friðsæl og fullborin var.“

 

Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. Tú átti øll hesi brigdini í tær. Í ríkiligt mát. Í Hebrearabrævinum lesa vit: „Men trúgv er treyst í tí, sum vóna verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.“ Tú vart sannførdur um lutirnar, sum ikki síggjast, tí akslar tú nú tíni skinn við hin Alvalda, sum vónandi og væntandi fer at taka sær væl av tær.

 

Í Hávamáli verður sagt: „Doyr fæ, doyggja frændur, doyr hann sjálvur somuleiðis; eg veit ein, ið aldri doyr: dómur yvir deyðan mann.

 

Okkara dómur er, at vit áttu ein frágerða góðan mann, pápa, verpápa, abba og langabba. Sárt saknaður livir hann enn í okkum og minnini slókna ongantíð – ikki fyrrenn okkara tími er komin.

 

Til endans skal eg vegna mammu og okkum takka føroyska heilsuverkinum og ikki minst Roðanum fyri eina framúr tænastu, nú tørvur var á henni. Tit eru gullstreingirnir í samfelagi okkara.

 

Við hesum orðum fari eg at lýsa Harrans frið yvir elskaða pápa mín og vinmannin Jóan Jákup á Langanesi.

 

Takk fyri at tit sýndu honum henda stóra heiðurin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her