Leita á in.fo

Ári Rúnason, parktikantur í Miðlahúsinum 10.01.2019 (08:31)

Donald Trump: »Ein hjarta- og sálarneyðstøða«

Gjáranáttina klokkan 2:30 føroyska tíð, helt amerikanski forsetin Donald Trump eina talu, ið møguliga kemur at avgera, um hjartamál hansara um at byggja ein múr á markið móti Meksiko verður veruleiki.

 

Nógv rok hevur verið í Amerika tær seinastu vikurnar, og fleiri almennir stovnar hava verið niðurlagdir. Ein fjórðingur av Amerikansku umsitingini liggur lamin, og Donald Trump vil ikki játta nakað, fyrr enn hann hevur fingið málið um múrin avgreitt, sjálvt um fleiri hundratúsund fólk ganga uttan løn.

 

Talan gjáranáttina var ongin vanlig tala, tí hon var send gjøgnum allar teir stóru miðlarnir, og hon rakk øllum amerikanarum. Slíkar talur verða vanliga hildnar í krígstøðu.

 

Hann byrjaði taluna við nógvum ræðandi tølum, sum t.d, at ein triðingur av øllum kvinnum verða neyðtiknar á vandamyklu leiðuni ígjøgnum Meksiko og inn til USA.

 

– Vit hava ikki pláss fyri øllum tilflytarunum og heldur ongan máta at fáa tey øll heim aftur uppá, segði hann og legði dent á, at tað ikki bara er vandamikið fyri amerikanarar, men eisini tær konurnar og børnini, ið koma til Amerika ólógliga.

 

– Ólógligir tilflytarir taka arbeiði frá amerikanarum og minka um vælferðina hjá amerikanarum sum heild.

 

– túsundavís av amerikanarum koma at lata lív, um vit ikki gera nakað beint nú

 

– Hetta er ringrásin, eg sum forseti má stegða

 

Donald Trump hevur hótt við at lýsa tjóðskaparliga undantaksstøðu, um umboðsmannatingið ikki samtykkir, at múrurin má gerast. Hendan ætlanin var tó slept, tí vandi var fyri at um hann gjørdi hetta, var hann málið lagt fyri dómstólarnar.

 

Trump segði í taluni, at hann viðgekk at múrurin skuldi verða ein stálmúrur og ikki ein betongmúrur, sum ætlað var av fyrstani tíð.

 

Síðani greiddi hann frá um ræðulig dømi, har ólógligir innflytarar høvdu gjørt seg inn á amerikanskar familjur.

 

– Tú ger ikki stik um hús tíni, tí tú hatar øll, sum eru uttanfyri. Men tí tú elskar tey innanfyri, segði hann.

 

Hann endaði røðuna við at vísa sinnisrørslu og heitti á umboðsmannatingið at taka røttu avgerðina, og játta honum $5,6 milliardir at byggja múrin við. Hetta svarar til 36,5 milliardir krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her