fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 16.02.2017 (23:33)

Donsk rocklegenda deyð

Søren Seirup frá Steppeulvene er deyður.

 

Hann spældi bass og munnhørpu í legendariska danska bólkinum Steppeulvene, sum vóru virknir frá 1967 til 1970, men sum tó øll árini síðani  hava stungið seg upp í miðlum og umtalu annars, ikki minst orsakað av legendarisku útgávuni, kallað HIP, sum kom út í 1967.

 

Útgávan stendur sum størsti varðin fyri júst hesa tíðina í donskum tónleiki - hippie tíðina.

 

Í 2015 blómaði bólkurin aftur eina stund í samband við film um bólkin, og løgna og nógv umrødda forsangaran Eik Skaløe, ið ikki gjørdit gamal.

 

Søren Seirup var 72 ár, nú hann doyði, og hevur síðstu árini búð á ellisheimi.