Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 14.03.2019 (10:33)

Donsk sjónvarpskapping leitar eftir føroyskum talentum

Danska sjónvarpskappingin DANMARK HAR TALENT byrjar aftur í heyst á TV2. Í hesum sambandi leitar sendingin eftir luttakarum úr øllum danska kongaríkinum - eisini úr Føroyum.

 

- Vinnararnir í undanfarnu sesongunum komu úr Danmark….. kanska vinnarin í ár verður úr Føroyum?

 

Soleiðis spyrja fyrireikararnir til sendingina í áheitan, har heitt verður á føroyingar um at melda seg til talentkappingina. DANMARK HAR TALENT er ein talentkapping, har mann kann vísa síni kynstur fram í eitt nú sangi, gandi, dansi og fimleiki. 

 

- Vit vita, at har eru nógvir talentfullir føroyingar. Vit skulu hava øll á banan; kom og vís okkum, hvat tú brennir fyri, uttan mun til aldur og talent. Eggja tínum dugnaliga granna, vini ella familjulimi at melda seg til, um tey hava brúk fyri tí. Ella skuldi tað í veruleikanum verið tú, sum meldaði teg til? siga fyrireikararnir.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her