Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (20:58)

Donsk skúlabørn skulu læra um Føroyar

Nú skulu donsk skúlabørn læra meiri um Føroyar. Tað eru fimm tíðindafólk í Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, sum royna at gera eina miðlaætlan, sum skal geva skúlabørnum betri vitan um Føroyar. Tað skrivar folkeskolen.dk.

 

Málbólkurin í miðlaætlanini eru børn í 5. og 6. flokki. Tíðindafólkini skulu tosa við børnini og spæla ymisk spøl við teimum, sum læra tey um Føroyar.

 

Í løtuni verður so arbeitt við at finna nøkur børn í rætta aldursbólkinum, sum kunnu vera eitt slag av royndarkaninum hjá tíðindafólkunum. Tey skulu hjálpa tíðindafólkunum at skilja, hvussu tey gera best møguligt tilfar til børnini. Børnini mugu ikki hava nakað samband til Føroya frá fyrr av, tí so oyðileggur tað jú møguleikan at máta, hvørja ávirkan miðlingin hevur á børnini.

 

Tað er Anne Katrine Haase, sum stendur fyri verkætlanini vegna Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her