Donsku kvinnurnar sendu vertirnar úr HM

Danmark avgjørdi skjótt dystin ímóti Týsklandi í Magdeburg 21-17 og hevur harvið tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni

Danmark vann áttandapartsfinaluna í Magdeburg við 21-17 eftir sannførandi spæl, sum uttan iva gevur Danmark góðar vónir fyri restini av kappingini.

 

Næsta uppgávan hjá spælarunum hjá Klavs Bruun Jørgensen verður dysturin ímóti Svøríki týsdagin í Leipzig.

 

Danir vóru eitt sindur fjálturstungnir undan dystinum, har eini 6.000 týsk viðhaldsfólk fóru at standa og rópa eftir sínum spælarum – og harvið ýla donsku spælaranar úr kappingini.

 

Men tað eydnaðist ikki.

 

Donsku kvinnurnar tyktust klárar, eisini tá tær skuldu stríðast í undirtali fýra ímóti seks, sum hendi tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Liðleiðarin Stine Jrøgensen varð tvær ferðir vístu av vølli í tveir minuttir.

 

Og eftir 22 minuttir fekk Line Huagsted reytt kort og noyddist av vølli, tá svenska dómaraparið metti, at tann annars vælspælandi danski leikarin hevði taklað týsku Annu Loerper í andlitið.

 

Verjan stóð væl og stongdi væl fyri týskum gjøgnumbrotum – eisini týsku kontraálopunum, sum donsku kvinnurnar høvdu óttast undan dystinum.

 

Í málinum stóð Sandra Toft enn einaferð sera væl.

 

Í álopinum vísti Kathrine Heindahl aftur, at hon ikki kann steðgast. Hon tók næstan alt, og um hon ikki vendi sær á og skoraði, so var feilur gjørdur ímóti henni.

 

Tað merkti eisini, at Fie Woller megnaði at skora tvær ferðir upp á brotskast.

 

Woller hevði tó eisini eina roynd, har hon rakti við síðuna av málinum, og so tók Stine Jørgensen møguleikan við at skjóta brotskast.

 

Longu í steðginum høvdu donsku kvinnurnar dempað stemningin í høllini við at føra 11-7.

 

Tað gav sjálvandi eisini eitt ordans jubilýl hvørja ferð týskarar skoraðu. Men tað var bara ov fáar ferðir. Tá høllin var um at kóka, gjørdu týskarar álopsfeil ella mistu bóltin, og so tagnaðu ýlini.

 

Samumtikið vísti Danmark sterkt hondbóltsspæl, og so fekk Stine Bodholt eisini eina lovandi byrjan upp á kappingina við sterkum veruspæli. Boð vóru eftir Bodholt, sum kom úr Danmark til dystin.

 

Danmark skal longu týskvøldið aftur spæla dyst, tá møta tær Svøríki í fjórðingsfinaluni.

 

Svøríki kom víðari við at vinna 33-21 á Slovenia. Danir møttu stutt fyri HM Svøríki í tveimum vinardystum, sum endaðu við einum sigri í part.

 

/ritzau/