fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 16.07.2017 (07:45)

- Dóttir mín skar seg í munnin í Grasagarði

Katrin Simony Knudsen Mikkelsen fór við hálvtannað ára gomlu dóttrini á spæliplássið í Grasagarði fyri 14 døgum síðani. Og dóttir hennara er ein teirra, sum er komin til skaða orsaka av herverkinum, sum var gjørt á Grasagarð fyri tíð síðani - sum enn ikki er tikið upp. 

 

Brotnar glasfløskur liggja runt spæliplássið, og grafittið er sproyta á fleiri av leikunum á staðnum. 

 

 

- Eg var við børnunum í Grasagarði. Sólin skein og har var so lekkurt. Ein barnagarður var eisini har og námsfrøðingurin segði við børnini, at tey vóru vælkomin at renna á leistum, tí undirlendi er so lekkurt at renna á. Tey so gjørdu, greiðir Katrin Simony Knudsen Mikkelsen frá.

 

 

- Dóttir mín, sum er hálvtannað ár, hugnaði sær óført og rann runt har. So tók hon okkurt upp og koyrdi tað í munnin. Sum børn jú gera. Eg bað hana spýta tað út og tá síggi eg, at hon bløðir í munninum og fer at gráta. Eg troysti so hana og skundi mær at siga námsfrøðinginum frá hesum, so hon kann fáa børnini í skógvar aftur og júst beint tað kemur ein onnur genta grátandi tí hon hevur skorið seg undir fótin, sigur Katrin Simony Knudsen Mikkelsen. 

 

 

Fleiri lesarar hjá in.fo hava skrivað til redaktiónina fyri at ávara foreldur um, at glaspettini ikki síggjast beinan vegin, men tey eru har og eru vandamikil fyri tey spælandi lítlu. Sí myndirnar av herverkinum í Grasagarði her. Magnus Hjaltalin á Kamarinum hevur tikið myndirnar. 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her