fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.07.2017 (14:35)

Russararnir doyðu av lufteitran

Fýra mans doyðu umborð á einum skipið, sum royndi í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar í gjár. Talan er um russiska skipið Kapitan Sulimov.

 

Skipið er úr Murmansk í Russlandi og royndir eftir makrel og sild norðanfyri, tá ið koltvíilta kom í arbeiðsrúmini á mjølverksmiðjuni umborð.

 

Fýra mans doyðu av roykeitran og í morgun kom skipið á Sund við teimum fýra deyðu, sum vóru í aldrinum 19 til 60 ár.

 

Les eisini: Fýra deyðir russarar á Sundi.

 

Skipið liggur framvegis á Sundi, og arbeitt verður við at fáa eitraðu luftina úr verksmiðjuni. Faroe Agency hevur hjálpt russiska skipinum og hevur boðað øllum føroysku myndugleikunum frá hendingini.

 

Myndugleikarnir í Russlandi senda fólk til Føroya at kanna, hvat orsøkin er til vanlukkuna.

 

Sløkkiliðið og teirra serfrøðingar eru umborð og royna at reinsa verksmiðjuna og møguliga finna fram til, hví vanlukkan hendi.

 

Teir fýra mennirnir doyðu um middagsleitið í gjár.