Doyr um hon mussar mannin

Hjúnini royna at varðveita nærleikan við at hyggja eftir somu sendingum í sjónvarpinum, meðan tey skriva saman.

29 ára gamla, Johanna Watkin, úr Minnesota í USA, hevur verið innløgd á sjúkrahús so ofta, at hon hevur ikki longur talið á øllum innleggingunum.

 

Fyri trimum árum síðan hevði hon orku til at liva eitt vanligt lív, men nú er hon bæði dag og nátt inni í einum kamari. Hon hevur fleiri enn 100 sjúkueyðkenni við ovurviðkvæmi, og tí fer hon bara út, tá hon fer til lækna ella á sjúkrahús.

 

Johanna Watkin er allergisk yvir fyri næstan øllum. Tí hevur hon eisini verið noydd at liva langt burturi frá manni og familju síni. Hon kann hvørki mussa mannin, halda í hond hansara - ella yvirhøvur vera í hansara nærveru.

 

Mussar hon mann sín, fer ein reaktión í gongd, har hon kann vænta at hanga millum lív og deyða.

 

Tað er The Mirror, sum bera hesi tíðindi.

 

Tað var maður hennara, Scott, sum fyri einum ári síðan legði til merkis, at Johanna fór at hosta, um hann nærkaðist henni. Í dag fær hon trupulleikar - bara onkur sker ein leyk í køkinum, tó at hon sjálv býr í hæddini omanfyri.

 

Johanna Watkin noyðist at búgva inni hjá einum vinarpari, meðan handverkarar arbeiða við at útrudda allan royk í heimi hennara, sum á nakran hátt kann elva til ovurviðkvæmi.

 

Hjúnini, sum giftust fyri trimum árum síðan, royna tó at varðveita nærleikan við at hyggja eftir somu sendingum í sjónvarpinum, meðan tey annars skriva saman.

 

Sjálvt um maðurin ikki kann síggja konu sína, ger hann hvønn dag mat til hennara, men orsakað av ovurviðkvæmi er tað ikki altíð, at hon kann eta matin.

 

Johanna Watkin kann bara fáa tvær máltíðir um dagin, og hetta skal vera ein grýturættur við antin neytakjøti ella økologiskum lambskjøti.

 

- Tað er eingin løtt loysn á trupulleikunum. Eg ynski, at Johanna skal vera trygg. Vit hava okkara skyldur yvir fyri hvørjum øðrum, og vit koma at bíða, til ein loysn er funnin – um hon verður funnin, sigur maður hennara við BBC.

 

Sambært Daily Mail kunnu læknarnir ikki gera Johannu Watkin fríska, og sjúka hennara merkir, at hon hostar ógvusliga, fær krampar og hevur kvalmu.