DR bað Símun gera ein sang um Trump

Mikudagin setti danska útvarpsstøðin, Radio24syv, seg í samband við føroyska útisetan, Simon von Konoy, og heitti á hann um at gera ein sang í sambandi við setanina av Donald Trump.

 

– Eg fekk bert fáar tímar at yrkja, gera lag og taka hann upp. Samstundis varð mær álagt at taka upp eina video av sanginum, sigur Símun úr Konoy, sum hevur listafólkanavnið Simon von Konoy.

 

Hann tók av og fekk sangin lidnan til ásettu deadline. Heitið á sanginum er »Pussy-rocker Putin«.

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja videoina.