fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Mynd: DR

Annika Kunoy Im 02.01.2018 (23:01)

DR tekur burtur myndir úr fyrstu senuni av »Broen«

Í gjár fór fjórða og síðsta sesong av donsku  sendingin »Broen« av bakkastokki, men fyrsti parturin varð ikki sýndur soleiðis, sum upprunaliga ætlað.  Ógvusligar myndir eru nemmiliga kliptar burtur úr fyrstu senuni, greiðir Pil Gundelach Brandstrup, kanalsjefur á DR1, frá.

 

 

– Tað snýr seg um einstakar ógvusligar myndir, sum eru tiknar burturúr, men tað broytir ikki innihaldið í tí senuni, greiðir hon frá. 

 

 

Avgerðin um at redigera senuna er eisini fyrilit fyri familjunum, sum sita og hyggja at sjónvarpi saman í stovunum hetta kvøldið.

 

 

– Vit hava valt at klippa ta fyrstu senuna, sum er rættiliga harðlig og beint fram. Orsøkin er, at vit 1. januar senda fyrsta part av »Broen« beint eftir X-Factor, og tí er vandi fyri, at teir yngru hyggjarnarnir ikki fáa tíð til at flyta seg frá skíggjanum, sigur hon við DR.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her