Leita á in.fo

Regin Berg 09.02.2018 (13:36)

Drepur feminisma mannin?

Maðurin er hóttur. #metoo er ikki bara eitt álop á rættarskipanina, tað førir eisini við sær, at stakkals mannfólkini mugu hava skrivliga váttan, áðrenn tey kunnu hava sex. #metoo og feminisma sum heild eru álop á mannin, við tí endamáli, at gera øll mannfólk til undirbrotlig hím.

Tíðindini seinastu tíðina hava havt eitt ovurstórt fokus á, hvat mannfólk gera móti konufólki. Tað er lætt at velja at taka hetta sum eitt álop á øll mannfólk, eins og fleiri hava gjørt í almenna rúminum. At síggja tað sum álop á sjálvt tað at vera maskulinur og mannligur. Men sannleikin er, at nógv mannfólk hava eina ótrúliga skaðiliga og ólekkra fatan av, hvat tað er at vera “mannfólk”.

Taka vit amerikonsku tølini, er myndin ræðandi. Ein  av seks kvinnum hevur verið útsett fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. 65% av kvinnum hava uppliva kynsligan ágang, tá tær ganga úti á gøtunum. 48% av kvinnum hava upplivað kynsligan ágang á arbeiðsplássinum – og 41% av mannfólkum hava sæð kynsligan ágang á arbeiðsplássinum.

Ein kann kanska siga okey. Men at fara út á miðlarnar at skriva #metoo – tað hevði verið betri at farið til rættarskipanina, um nakað er at fara við.

Sum heild ja. Men alt eftir hvørjari kanning ein hyggur eftir, so eru tað millum 6% og undir 1% av teimum, sum fremja neyðtøkur, ið nakrantíð enda í fongsli. Ein partur av orsøkini er sjálvandi, at langt frá allar neyðtøkur verða meldaðar, men tølini blíva ikki nógv betri av, at ein telur tað við. Og onkur loysn má vera betri enn at fara til løgregluna, hvørjaferð ein fær óynsktar viðmerkingar ella hendur.

Tølini eru ræðandi – men meira enn tað, so vitna tey um, at fatanin summi hava av tí at vera mannfólk, er andstyggilig. Sterki maðurin. Maðurin, sum tekur tað, hann vil. Maðurin, sum tekur eitt nei, sum eitt “royn meira”. Maðurin, sum brúkar sína fysisku styrki, sum dominerar og fær sín vilja. Rætti maðurin.

Men er tað at vera ein rættur maður? Nei. Er nakar pápi til, sum ynskir, at dótturin skal vera saman við einum “manni”, sum hon ikki følir seg trygga við? Ella er nakar pápi, sum ikki er um at vera frá sær sjálvum bara við tankanum um, at onkur ger seg kynsliga inn á dóttrina?

Tí hesi “mannfólkini”, sum #metoo útstillar, eru ikki mannfólk. Ið hvussu er ikki í teirri løtu, tá tey gera hesi tingini.

Konufólk gera seg eisini inn á onnur. Kanska færri, men tey eru har. Fyri tað at eg vísi á hetta, so  tekur eingin tað sum eitt álop á tað at vera eitt konufólk. Tá eitt menniskja ger seg kynsliga inn á eitt annað menniskja, um tað so er við orðum ella fysiskt, so ber tað menniskjað seg at sum eitt svín. Tað sigur nakað um tað menniskjað, og ikki hini, sum hava sama kyn, somu inniskógvar ella sama ullinta turriklæði sum hesin persónurin. Eg skal ikki føla meg raktan ella hóttan, um eg einki havi gjørt.

Nógvir eginleikar, sum vit vanliga seta í samband við mannfólk, eru ómetaliga góðir. Kappast uttan at blíva óvinir, fokusera á tað vit duga, heldur enn tað vit ikki duga - fyri ikki at tosa um hvussu gagnligt tað er fyri børn, tá vit beistast við teimum, og ikki pakka børnini inn í vatt. Fleiri konufólk kunnu læra ómetaliga nógvar “typiskar” mannligir eginleikar frá okkum – eins og vit kunnu læra frá “typiskum” konufólkum.

#metoo leypur ikki á mannin. #metoo vísir á, at vit hava ein samfelagsligan trupulleika, sum vit mugu gera nakað við, og at nógv mannfólk eru til, ið ikki bera seg at sum mannfólk. #metoo hjálpir okkum at gera heimin tryggari hjá døtrum, systrum og vinkonum.

Tí feminisma drepur ikki mannin. Feminisma gevur okkum møguleikan at verða betri menn enn mannfólkini undan okkum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her