Drona fleyg sag og fartelefon í fongsulskliva

Tveir mans hava fingið treytaðan dóm eftir at hava flogið ólóligar lutir inn til ein fongslaðan man í Nyborg Fængsel við eini dronu.

 

Tíðin tá flýggjan úr fongslinum byrjaði við eini føðingardagskøku, har ein fíl ella jarnsagablað var innbakað, er eftir øllum at døma farin.

 

Okkurt bendir á, at nútíðar tøkni hevur tikið yvir bakarakynstrið, tá tað snýr seg um at smugla ólógligar lutir inn í fongslini.

 

Í dag vóru tveir mans dømdir í rættinum í Svendborg í Danmark í einum máli, har ein drona – altso ein fjarstýrdur mini-flúgvari – er brúkt at smugla eitt jarnsagablað og eina fartelefon inn í Nyborg Fængsel, skirvar TV2/Fyn.

 

Um náttina 23. november í 2016 hoyrdu starvsfólk í fongslinum eina misteinkiliga summam. Tað vísti seg at vera ein drona, sum fleyg beint uttan fyri vindeygað í fongslinum.

 

Ein fangi hevði fingið fatur á dronuni og tikið hana inn í fongsulsklivan, sum var á fimtu hædd.

 

Dronan hevði eina last upp á umleið eitt kilo. Umframt jarnsagablaðið og fartelfonina var eisini ein løðari til telefonina, nakrir naglar, lím og eitt bit.

 

Eftir at hava latið farmin, fleyg dronan avstaðaftur.

 

Ein 29 ára gamal maður hevur nú fingið 40 daga treytaðan dóm fyri at hava flogið dronuna. Tann 30 ára gamli fongslaði, sum fekk vørurnar, er revsaður við 60 dagar teytaðan fongsul.

 

Báðir menninir hava undir rættarmálinum noktað seg sekar, skrivar TV2/Fyn.

 

Báðir partar hava nú 14 dagar at gera av, um málið skal víðari til Eystara Landsrætt.

 

Í 2016 vóru fleiri fangavørðar, sum søgdu frá sínum ótta eftir hendingina og boðaðu felag sínum, Fængselsforbundet, frá.

 

– Ein stór drona kann sum einki smugla vápn inn í fongslini. Tað kann føra til sera vandamiklar støður, segði formaðurin hjá fangavørðunum, Kim Østerbye, tá við Ritzau.

 

– Tað er gott, at tað ikki eydnaðist hesaferð, men tað er ikki vist, at næsta royndin verður avdúkað, segði formaðurin fangavørðunum ta ferðina.

 

/ritzau/