Leita á in.fo

Margretha drotning á veg aftur í bilin eftir at hava vitjað Heindrikk prins í gjár. Mynd: Ritzau Scanpix

Hallur av Rana 12.02.2018 (20:00)

Drotningin avlýsir almenna móttøku

Danskir miðlar skriva í kvøld, at Margretha drotning hevur avlýst fleiri tiltøk, ið hon eftir ætlan skuldi vera partur av. Orsøkin er ringa heilsustøðan hjá Heindrikki prinsi, ið er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum.


Millum annað Danmark Radio og Jyllands-Posten vísa á, at drotningin hevur avlýst fleiri avtalur, ið annars vóru á almenna kalendaranum hjá drotningini, ið kann síggjast á heimasíðuni hjá kongshúsinum. Harímillum skuldi hon vera til staðar til 10 ára føðingardagin hjá Sjónleikarhúsinum í Keypmannahavn, umframt eina almenna móttøku mánadagin 19. februar.


- Vegna heilsustøðuna hjá Hansara kongaligu Hátign Heindrikki prinsi, so er almenna móttøkan, ið skuldi vera hin 19. februar 2018 á Christiansborg, avlýst, skrivar kongshúsið á heimasíðuni Kongehuset.dk.


Heindrikkur prinsur hevur verið innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum síðan 28. januar, og fríggjadagin í farnu viku boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan hjá prinsinum var vorðin munandi verri.


Tað førdi millum annað við sær, at eldri sonur hansara, Fríðrikur krúnprinsur, kom heim úr Suðurkorea, har vetrar-OL er í hesum døgum, umframt at systkin hansara eru komin úr Fraklandi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her