Drotningin tosar um demensrakta Henrik prins

Hetta er fyrstu ferð hon úttalar seg síðani hann fekk staðfest demens

Fyri fyrstu ferð síðani tað varð staðfest, at Hendrik prinsur fekk staðfest demens í september mánaði, hevur Magretha drotning viðmerkt heilsustøðu hansara. Hetta skrivar Jyllands Posten. 

 

 

– Maður mín hevur tað gott í løtuni. Eg havi júst hoyrt frá honum, og hann er á einum føgrum staði við havið í einum heitum landi, og hann njótur tað og hevur tað veruliga gott. So tað gleðist eg um, sigur drotningin. 

 

 

– Tað er løgið at fara á eina slíka ferð einsamøll, men á hini hondini, so eru hetta treytirnar. Og tá hann hevur tað gott har hann er, so havi eg tað gott har eg eri, leggur hon afturat.