Fyri fyrstu ferð síðani tað varð staðfest, at Hendrik prinsur fekk staðfest demens í september mánaði, hevur Magretha drotning viðmerkt heilsustøðu hansara. Hetta skrivar Jyllands Posten.
– Maður mín hevur tað gott í løtuni. Eg havi júst hoyrt frá honum, og hann er á einum føgrum staði við havið í einum heitum landi, og hann njótur tað og hevur tað veruliga gott. So tað gleðist eg um, sigur drotningin.
– Tað er løgið at fara á eina slíka ferð einsamøll, men á hini hondini, so eru hetta treytirnar. Og tá hann hevur tað gott har hann er, so havi eg tað gott har eg eri, leggur hon afturat.