Dunkirk: Betri enn Batman

Memento, The Prestige, Batman filmarnir, Inception, Interstellar – og nú Dunkirk.


Leikstjórin Christopher Nolan hevur nógvar stórfilmar í viðførinum, og flestu teirra kunnu sigast at vera høgt í metum. Og nú bendir nógv á, at eisini tann nýggjasti í røðini fer at skara framúr. Ummælini av Dunkirk hava higartil ljóðað, at talan er um tann besta hjá Nolan nakrantíð.


Filmurin lýsir lagnuløtuna undir seinna heimsbardaga, tá fleiri hundrað túsund bretskir og franskir hermenn vóru strandaðir á norðurfronsku strondini, meðan týski herurin umringaði teir.


Við í filminum eru millum annað Sir Kenneth Charles Branagh, Tom Hardy, Cillian Murphy og sangstjørnan Harry Styles.


Dunkirk verður frumsýndur í Føroyum hósdagin 20. juli.