Leita á in.fo

Mynd: mmr.fo

Hallur av Rana 07.12.2017 (16:00)

Durita nýggjur stjóri í Tofta skúla

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna. Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.


- Durita Jakobsen er 45 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2002, AKT útbúgving í 2004 og útbúgving sum cand.pæd.pæd.psyk. í 2013. Eisini hevur Durita grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði, skrivar Mentamálaráðið.


Upplýst verður eisini, at Durita Jakobsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur m.a. skipað AKT og SSP arbeiðið í Tofta skúla. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her