fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 09.09.2017 (19:41)

EBS/Skála hevur skrivað steypasøgu

Tað var spenningur og dramatikkur, og tað endaði soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við, at tað skuldi gera.

EBS/Skála kvinnurnar vunnu steypafinaluna ímóti HB. Men munurin var ikki so ógvuliga stórur, og harvið var tað spenningur inntil síðsta bríksl.

EBS/Skála vann 3-2.

HB legði seg framum beinanvegin við máli, sum Lea Hansen skoraði eftir langa framlegging við frísparki, men fagnaðurin var ikki liðugur, so hevði EBS/Skála svarað aftur. Tað var miðvallarin og liðformaðurin Ansy Sevdal, sum skoraði til 1-1.

 

Lítla løtu undan steðginum legði Birna Johannesen, sum varð kosin at vera dagsins spælari, felagsliðið á sigurskós, og tað var eisini hon, sum økti til 3-1, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

Milja R. Simonsen, sum støðugt var stór HB hóttan, minkaði um munin, men tað eydnaðist ikki HB at javna.

 

 

HB-EBS/Skála 2-3 (1-2)

1-0: Lea Hansen 4.

1-1: Ansy Sevdal 6.

1-2: Birna Johannesen 43.

1-3: Birna Johannesen 78.

2-3: Milja R. Simonsen 82.

Kvinnur steypafinala

Á Tórsvølli leygardagin 9. september 2017 kl. 17.30

Dómarabólkur Jóhan Hendrik Ellefsen, Regin Egholm, Dánjal Eli West og Óli G. Samuelsen (4. dómari)

HB: Simona Heinesen –Lea Hansen (Sara Samson Lamhauge, 79.),Nadja Dam Johannesen, Liljan av Fløtum Petersen (Janita Ole-Jacobsen, 79.), Marjun undir Kletti, Ninna Hansen - Ása á Reynatúgvu, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Jónvá Hentze (Julia Naomi Mortensen, 55.), Elin Maria Isaksen -  Milja R. Simonsen

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Maria Elsudóttir, Poula Andreasen, Sólrun Thomsen

Gult kort: eingin

Venjari: Allan Dybczak

EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen – Rúna Joensen (Lea Lisberg, 81.),  Rakul Vesturdal Magnussen,  Sigrun Kallsoy Kristiansen, Durita Hummeland - Ansy Sevdal,Kára Djurhuus -  Birna Tummasardóttir Johannesen, Randi Fagradal (Eyðbjørg Ellingsgaard, 93.), Heidi Sevdal - Margunn Lindholm

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Bjarta E. Djurhuus, Stefania Fríða Fjalarsdóttir, Marita Jarnsko, Sunnvá Fagradal Johansen, Ásgerð Siri Prestá

Gult kort: Randi Fagradal

Venjari: Erik Ernesto Nielsen

 

Skála vann steypakappingina í 1992. Hetta er fyrsta ferðin, at felagsliðið hjá Skála og EB/Streymi vinnur steypafinaluna, og tað var stórur fagnaður á og kring Tórsvøll, har fýrverk sást og hoyrdist.

 

Tað verður opið hús við Margáir í kvøld, og har fer trúfasta og trúgva viðhaldsfjøldin at fegnast saman við 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her