fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 07.10.2017 (14:30)

EBS/Skála koppaði KÍ

Tað er fýrverk og gleimur í heimaleguni á Hólmanum á Eiði, har pallurin er framúr og veðrið av tí besta. Nú fáa EBS/Skála kvinnurnar FM steypið og gullkrónur fyri at hava vunnið FM.

Liðformaðurin og miðvallarin Ansy Sevdal gakk á odda, og systurin Heidi Sevdal var avgerandi, tí tað var hon, sum skoraði bæði málini.

Tað endaði 2-2, og tað var nóg mikið hjá EBS/Skála at vinna FM.

KÍ hevur annars verið meistari øll árini síðani 2000.

 

Heimsmetið hjá KÍ kvinnunum stendur framvegis, og tað fer ivaleyst at standa í mong ár.

Tað fevnir um seytjan ár – frá 2000 og fram til 2016.

Í dag endaði tað 2-2, tá ið avgerandi dysturin um FM var á Hólmanum á Eiði millum EBS/Skála og KÍ. Úrslitið ber við sær, at EBS/Skála kvinnurnar eru føroyameistarar. Harvið hava tær í ár tryggjað sær greipuna, tí tær hava fyrr í ár vunnið steypafinaluna ímóti HB.

 

Talan var um fína reklamu fyri kvinnufótbólt. Tað var intenst, og liðini vístu fínan hugburð. Í løtum hekk spælið væl saman, og tað varð arbeitt nógv.

 

Síðsta løtan undan steðginum var heilt hendingarrík. Eftir fríspark úr høgru frá Rannvá B. Andreasen var tað Malena Josephsen, sum legði KÍ framum. Lítla løtu undan steðginum svaraði heimaliðið aftur, tá ið Heidi Sevdal eftir einmansavrik úr vinstru javnaði til 1-1.

 

Eitt korter undan leikloki sá tað út til, at alt varð avgjørt, tá ið Heidi Sevdal enn einaferð var upp á spæl og skoraði.

KÍ gav ikki skarvin yvir. Bólturin var fleiri ferðir á stólpanum aftanfyri Annu Súnadóttir Hansen í heimamálinum, og so var tað Rannvá B. Andreasen javnaði.

 

KÍ trýsti øgiligt síðstu løtuna, men heimaliðið helt tørn. EBS/Skála hevur vunnið FM, og hevur harvið vunnið fyrsta FM heitið fyri samanlagda liðið, og EBS/Skála er fyrsta liðið, sum vinnur FM í hesi øldini – burtursæð frá KÍ, sum hevur vunnið FM øll árini 2000-2016.

 

In.fo fylgdi við í dramanum í Hólmanum á Eiði.

 

http://www.in.fo/news-detail/beinleidis-ebsskala-og-ki-kvinnurnar-spaela-um-fm/

 

EBS/Skála-KÍ 2-2 (1-1)

0-1: Malena Josephsen

1-1: Heidi Sevdal

2-1: Heidi Sevdal

2-2: Rannvá B. Andreasen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her