Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.09.2018 (14:35)

Edmund hevur framt ársins mentanaravrik

Edmund Joensen fekk í gjár handað ársins mentanaravrik frá Sunda kommunu. Hetta var í samband við at Mentanardagarnir í Sunda kommunu blivu settir.

 

Edmund Joensen hevur seinastu árini arbeitt við at skapa Nattúrulundina við Streymin. Hetta er ein verkætlan, sum miðar ímóti at gera eitt øki við brúnna um Streymin til eina náttúrlund við trøum og runnum, sum føroyingar og gestir úr útlondum kunnu uppliva og njóta.

 

Økið liggur sunnan og norðan fyri brúnna, bæði Eysturoyrar- og Streymoyarmegin. Økið er 130.000 fermetrar tl víddar og ætlanin er at planta um 70.000 trø og runnar á økinum.

 

 

Edmund Joensen, fólkatingslimur og norðoyrisbúgvi, er ein av eldsálunum handan verkætlanina og hevur sitið í einum arbeiðsbólki saman við Dávidi Reinert Hansen, Ingolfi Joensen og Hans Dávidi Dam, sála.

 

Í samrøðu við Sosialin hevur Edmund Joensen fyrr sagt soleiðis um náttúrlundina.

 - Økið við streymin er nakað heilt serstakt. Støðuga umskiftið við flóð og fjøru, streymur, æti og fiskayngul, skapa góð gróðrarlíkindi fyri bæði fisk og fugl í økinum. Á havbotninum er tað sum ein Edens havi. Tað ýður í lívi, bæði av skeljadjórum, fiski og fugli, og serliga eru tað nógv tjøldur í økinum sigur hann.

 

Sjálvur er hann skjótur at vísa á, at ikki bara hann, men øll tey, sum arbeiða við náttúrulundini hava heiðurin uppibornan. Hann sigur, at 10.000 trø eru nú sett niður streymoyarmegin norðan fyri brúnna og komandi vár verið farið undir øki sunnan fyri brúnna.

 

Fleiri myndir frá náttúrulundini eru at síggja her



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her