Edmund: Magni bara argar

Vitjanin hjá Puigdemont hevur skatt okkara umdømi, heldur Edmund Joensen.

 

Katalonski loysingarleiðarin, Charles Puigdemont, var herfyri í Føroyum á vitjan. Tað var føroyski fólkatingslimurin Magni Arge, sum hevði boðið honum higar.

 

Charles Puigdemont vitjaði millum annað í løgtinginum, hóast hetta ikki var nøkur almenn vitjan. Nógv løgtingsfólk nýttu høvi at heilsa upp á fyrrverandi katalonska stjórnarleiðaran, men onkurm er vitjanin tó fallin fyri bróstið.

 

Ein teirra er Edmund Joensen, sum ivast í, um ikki vitjanin man hava skalað altjóða umdømi føroyinga.

 

Hann heldur eisini, at endamálið við vitjanini ikki var at Charles Puigdemont skuldi læra føroyingar nakað ella læra nakað av føroyingum. Endamálið var at skapa uppmerksemi um mannin, sum bjóðaði honum til Føroya, Magna Arge, heldur Edmund Joensen.

- Eitt slíkt stunt er fyrst og fremst eitt egotripp hjá einum politikara úr flokki, sum als onga missión hevur á Fólkatingið, annað enn at gera seg sjálvan bemerktan, og til tað verða hesi argandi tiltøk sett í verk, skrivar Edmund Joensen.

 

Hann vísir á tað, sum hann heldur vera eina andsøgn, at meðan Tjóðveldi ikki vil vita av danska blokkstuðlinum, sum millum annað rinda fyri føroyska heilsuverkið, nýtir flokkurin danskan pening til at skipa fyri vitjanini hjá manninum, sum í Spania verður skýrdur landasvíkjari.

 

Edmund Joensen væntar og vónar tó, at danir og spaniólar gera, sum hann sjálvur sigur, at føroyingar plaga.

- Helst hevur diplomatiðið tosað saman og orienterað, og fingið at vitað, at argandi handlingar av ymsum slagi hjá republikanarunum eru vit so von við. Mátin, vit brúka, er ikki at latast um vón fyri teirra provokatiónum. Tann sóttin lekist ikki, skrivar Edmund Joensen.

 

Les lesarabrævið hjá Edmundi Joensen her.